Klárt at melda til FINA dómaraskeiðið 2019

Her er tilmeldingarskjalið í sambandi við FINA dómaraskeiðið í Tórshavn hin 22. til 24. mars 2019, sum SSF og FINA skipa fyri undir leiðslu av altjóða yvirdómaranum Søren Korbo.

Sí viðfestu skrá, vit vóna at síggja millum 20 og 30 av okkara trúføstu dómarum á hesum skeiði, sum ikki vóru á tilsvarandi skeiði í 2013.

SSF og FINA bjóða skeiðið fyri einki, umframt at SSF skipar fyri mat til allan hópin, og og innivist til tey úr feløgunum av bygd sum hava tørv fyri hesum.

Skrá í pdf-sniði: FINA-Swimming-Clinics-for-Officials-FAR-2019.pdf

Posted in Útbúgving | Comments Off on Klárt at melda til FINA dómaraskeiðið 2019

Svimjiskúlaskeið í Suðuroy

Í dag hevði Svimjiskúli Føroya skeið suðuri í Vági. Undirvísingin var í Marghøllini og í Páls høll. Teir 10 luttakararnir fingu holla kunning um, hvussu teir skulu taka ímóti og menna svimjarar, ið eru á byrjunarstøði. Undirvísarar vóru Rúni Gaardbo og Jóhan Petur Poulsen.

Posted in Svimjiførleiki, Útbúgving | Comments Off on Svimjiskúlaskeið í Suðuroy

Innbjóðing til Reysta-stevnu 2. mars 2019

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Leirvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 2. mars 2019, sum Svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar: 1, 2 og 3.

Posted in Óbólkað | Comments Off on Innbjóðing til Reysta-stevnu 2. mars 2019

Innbjóðing til SuSvim Open 23. og 24. februar 2019

Gevið gætur: Suðuroyingar heilsa, at upphitingin er flutt leygarmorgunin til kl 09:30, so at til ber at taka Smyril úr Havn kl 07:00

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági hin 23. og 24. februar 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er síðsta stevna á langgeil áðrenn FM á langgeil 2019, og hartil endin á kravtíðarskeiðnum til Bergen Swim Festival 2019.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim Open 23. og 24. februar 2019

Úrslit frá HS-stevnuni 9. og 10. februar 2019

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SMS Open 2019”, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin hin 9. og 10. februar 2019. Tilsamans vóru tey 121 íðkarar og 38 lið úr 7 feløgum sum kappaðust 692 ferðir í 40 kappingum, hesar báðar dagarnar í Havn. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá HS-stevnuni 9. og 10. februar 2019

Føroyar kunnu nú luttaka á Evropeiskum Leikum

Sum tit kunnu lesa í øllum førum her á portal.fo umframt her á heimasíðu ÍSF, so hevur Evropeiska Olympiska Nevndin nú givið Føroyum loyvi at luttaka á tveimum leikum teirra, og tað væl at merkja undir føroyskum flaggi. Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Føroyar kunnu nú luttaka á Evropeiskum Leikum