Úrslit frá Reysta-stevnuni 2. mars 2019

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í svimjihøllini í Leirvík í dag, leygardagin hin 2. mars 2019, sum svimjifelagið Reysti skipaði fyri. Hetta var kapping fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1, 2 og 3.

Úrslit í html-sniði: reysti-mars-2019-urslit.html

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Reysta-stevnuni 2. mars 2019

LEN og ILSE í samstarv um svimjiførleikaátak

Forsetarnir báðir í evropeiska svimjisambandinum LEN og evropeiska lívbjargingarsambandinum ILSE hava undirskrivað eina felagslýsing (eitt “memorandum of understanding”), at í felag vilja virka fyri at betra um svimjiførleikan í Evropa, til á tann hátt at minka um talið av druknivanlukkum.

Sambært WHO drukna 27000 fólk árliga í Evropa, ella 3 um tíman, harav flestu eru børn millum 3 og 12 ár. LEN sjósetti tí í 2017 átakið “Getting Europe Swimming Safely”, seinni kallað “Learning to Swim, Prevent Drowning”, sum ILSE nú eisini formliga stuðlar.

Fyri okkum føroyingar er hetta serliga viðkomandi, tí at vit longu tá í 2017 bjóðaðu okkum fram sum pilotland, og tí sum eitt av fýra pilotlondum eru við í arbeiðsbólkinum. Til nú hevur tað verið mest fyrireikandi ráðlegging, men hendir vónandi okkurt spennandi nú innan alt ov leingi.

Lesið tíðindini her hjá LEN og her hjá ILSE

Posted in Lívbjarging | Comments Off on LEN og ILSE í samstarv um svimjiførleikaátak

Óli og Alvi kláraðu eisini kravtíð til BSF 2019

Eg gjørdi tíverri eitt mistak, sunnudagin, at yvirsíggja útisetarnar báðar, Óla Mortensen og Alva Hjelm, í sambandi við úttøku til Bergen Swim Festival 2019, hóast at teir vóru rættstundis fráboðaðir at hava klárað kravtíð. Tað vil siga, at har áttu at verið 16 svimjarar úttiknir:

  • Alvi Hjelm (1996), HS
  • Barbara Debes (2000), Ægir
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Birita Debes (1995), FLOT
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Johan N. Dam (2002), HS
  • Kristina í Skála (2005), HS
  • Óli Mortensen (1996), HS
  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
  • Rói Bech (2001), SuSvim
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir
  • Róland Toftum (1998), SuSvim
  • Sára R. Nysted (2001), SuSvim
  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS

Teir báðir Óli og Alvi velja tó mest sannlíkt heldur at kappast við danska felagi sínum ‘á heimabana’ á Danish Open 2019, sum er sama vikuskifti sum Bergen Swim Festival 2019. Men orsaka allíkavæl.

Rókur

Posted in Kapping | Comments Off on Óli og Alvi kláraðu eisini kravtíð til BSF 2019

HS-dreingir 3:55.27 og føroyskt juniormet í 4×100 frí

HS-dreingir settu í dag nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim Open svumu teinin uppá 3:55.27.

Ægir átti føroyska juniormetið á 3:57.26 frá FM á langgeil í fjør.

Teir fýra úr Havnar Svimjifelag vóru Jóhannis Erlendsson (2003), Johan Nónskarð Dam (2002), Jónas Lindenskov Schiller (2003) og Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003)

Posted in Kapping | Comments Off on HS-dreingir 3:55.27 og føroyskt juniormet í 4×100 frí

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 23. og 24. februar 2019

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin og sunnudagin hin 23. og 24. februar 2019. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings.

Tilsamans vóru tey 97 íðkarar og 18 lið úr 6 feløgum sum kappaðust 601 ferðir í 36 kappingum, hesar báðar dagarnar í Vági.

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni 23. og 24. februar 2019

Startlisti til SuSvim-stevnuna 23. og 24. februar 2019

Suðuroyar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri “SuSvim Open 2019” í Páls Høll í Vági, sum millum annað er síðsta freist her heima at klára kravtíð til Bergen Swim Festival 2019. Her niðanfyri eru startlistarnir, sum eisini síggjast her á livetiming.se

 

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til SuSvim-stevnuna 23. og 24. februar 2019