ÍSF tekur undir við at leingja corona-tiltøkini

Allar ítróttagreinar halda steðg, so leingi myndugleikarnir mæla frá, at fólk savnast – t.v.s. í øllum førum til og við 13. apríl

So leingi almennu myndugleikarnir mæla fólki frá at savnast, so leingi stendur steðgurin í føroyska ítróttaheiminum við. Ítróttasamband Føroya leggur dent á, at øll feløg og sambond innan ÍSF virða seinastu almennu tilráðingarnar.

Tað merkir, at venjingar, dystir, kappingar og annars øll ítróttatiltøk – bæði innandura og uttandura – í øllum deildum og aldursbólkum halda steðg í øllum førum til og við 13. apríl, sum er seinasta tilráðingin frá almennu myndugleikunum.

– Nú eigur eingin at slaka. Vit taka framvegis ábyrgd og vilja vera við til at skerja smittuvandan. Støðan skal framvegis takast í størsta álvara. Samfelagssinni er framvegis lyklaorðið her, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Vinaliga

Ítróttasamband Føroya

Image courtesy of TheDigitalArtist, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required
Posted in Felagsskapur | Comments Off on ÍSF tekur undir við at leingja corona-tiltøkini

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2020

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið hin 17. apríl 2020 frá kl 18:00, sum lýst eisini hin 28. februar.

Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2020-frabodan.pdf

Starvsnevnd SSF hevur í kvøld viðgjørt um hesin aðalfundur eigur at útsetast til seinni, vegna støðuna við koronasótt, men velur fyribils at halda fast við verandi ætlan.

Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2020

SSF skriv til feløgini um koronasmittuna

Góðu svimjifeløg

Um nakar skuldi ivast, so taka vit í Svimjisambandi Føroya sjálvsagt fult undir við tilmæli ÍSF um at steðga við øllum ítróttarvirksemi í fyribils tvær vikur, sum lýst á heimasíðum ÍSF og SSF:

Tað vil siga eingin venjing, eingin kapping og ongi tiltøk annars har menniskju møtast, óansæð aldursbólk ella støði.

Image courtesy of Sergio Santos / nursingschoolsnearme.com, CC BY 2.0
Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on SSF skriv til feløgini um koronasmittuna

ÍSF mælir til at steðga øllum ítróttavirksemi í tvær vikur

Ítróttasamband Føroya heitir á feløg og sambond innan ÍSF um fyribils at steðga øllum ítróttavirksemi í tvær vikur, eftir at Coronatiltøkini eru herd

Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum – bæði innandura og uttandura – eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum.

Hesa áheitan sendir ÍSF ítróttafeløgum og sambondum, eftir at landsstýrið hevur hert corona-tiltøkini fyri at minka um smittavandan av corona/covid-19.

– Vit hava øll møguleika at taka ábyrgd, tí hvør einstakur kann gera sítt til at minka um smittuvandan. Eg heiti staðiliga á føroyska ítróttaheimin um, at taka støðuna í størsta álvara. Um vit vísa samfelagssinni og rættan hugburð, so megna vit nógv í hesi truplu støðu.

– Føroyskur ítróttur skal undir ongum umstøðum verða ein smittukelda. Við at steðga á nú, bindur føroyski tróttaheimurin um heilan fingur og er við til at basa smittuni, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Vinaliga

Ítróttasamband Føroya

Image courtesy of Sergio Santos / nursingschoolsnearme.com, CC BY 2.0
Posted in Felagsskapur | Comments Off on ÍSF mælir til at steðga øllum ítróttavirksemi í tvær vikur

Danish Open 2020 avlýst

Ikki óvæntað, so hava danir nú valt at avlýsa Danish Open 2020, ið sum kunnugt er fremsta úttøkustevna hjá dønum og harvið eisini føroyingum til Olympisku Leikir í Tokyo í summar.

Noget af det, som mange for øjeblikket har fokus på, er Danish Open/DMJ. Denne event aflyses.
Vi ved, at det sætter mange tanker og bekymringer i gang. Her må vi blot understrege, at vi er i tæt kontakt med såvel FINA, Danmarks Olympiske Komité (DIF) og Team Danmark for at danske svømmere vil få mulighed for at kvalificere sig til sæsonens internationale mesterskaber – her ikke mindst OL.

Kelda: svoem.org
Posted in Kapping | Comments Off on Danish Open 2020 avlýst

HS-stevnan 14. og 15. mars 2020 avlýst vegna coronavirus

Boð frá Havnar Svimjifelag júst nú

Orsakað av Corona, hava vit valt at avlýsa stevnuna, ið skuldi vera í Havn nú um vikuskiftið.

Posted in Kapping | Comments Off on HS-stevnan 14. og 15. mars 2020 avlýst vegna coronavirus