Innbjóðing til ABMS 2020 (2)

Góðu tit øll

Her er nýggj innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnuna 2020, sum nú útsett til hin 30. og 31. mai 2020.

Her er ymiskt sum er væl øðrvísi enn í fyrru útgávu, til at fáa hesa stevnu at hóska til almennu coronatilmælini sum fráboðað í dag:

  1. Vit royna at avgreiða hvønn aldursbólk uppá éin dag, so at tað vónandi ikki verður neyðugt at yvirnátta.
  2. Vit flyta stevnuna til Havnar, so at vit spara hesa ferðatíð hjá suðuroyingum á degnum, og ífall at neyðugt verður at yvirnátta.
  3. Vit strika allar liðsvimjingar umframt 800 frí; til at spara tíð, og 800 frí til ikki at skula hava ein vendidómara per geil í fjarendanum.
  4. Vit avmarka luttøkuna hjá hvørjum einstakum svimjara til í mesta lagi 8 kappingar, nú hvør einstakur kappast bara éin dag, og til at spara tíð.
  5. Vit krevja at viðkomandi svimjarar verða undanfráboðaðir í seinasta lagi 8. mai, so at vit um neyðugt kunnu tillaga stevnuna enn meira.
  6. SSF skaffar dómararnar, sum vit vænta verður lætt nú tað er ein av fáu møguleikunum at sleppa at vitja ABMS

Har er sikkurt okkurt annað sum eg havi gloymt beint nú, og afturat hesum koma okkara kappingartilmæli ísv corona, sum verða klár í seinasta lagi 15. mai.

Sigið endiliga frá, um okkurt er. Vit royna sum frægast at fáa hesa stevnu avgreidda sum vanligt, men mugu jú tillaga onkunstaðni.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til ABMS 2020 (2)

EJM 2020 avlýst

Evropeiska svimjisambandið LEN hevur fráboðað sínum limalondum, at EJM 2020 nú er endaliga avlýst, sum eftir røttum skuldi verða í Aberdeen hin 1. til 5. juli 2020, og sum tey annars høvdu vónað at kunna flyta til í september mánaða. Hetta vegna støðuna við koronasótt sum herjar um heimin.

Image courtesy of Herbert Frank, CC BY 2.0
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on EJM 2020 avlýst

Venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona

Gev gætur – Nýggj og dagførd útgáva finst her

Her eru tilmæli SSF til, hvussu svimjingvenjing eigur at ganga fyri seg, nú meðan strang tilmæli enn eru til at umganga corona-smittu.

Tilmælini eru gjørd út í frá uppskotum frá svimjifeløgum okkara, og í samráð við nýggju corona-ráðgevingina.

  • Í mesta lagi 10 eiga at vera til eina venjing í senn
  • Tað eru altíð somu bólkar sum venja í senn
  • Frástøða á minst 2 metrar eigur at haldast av øllum allastaðni, so sum í móttøkuni, í umklæðingini, undir brúsuni, á kantinum og í hylinum
  • Um svimjarar svimja aftaná hvørjum øðrum, so eigur frástøðan at vera minst 4 metrar millum hvønn svimjara, tann vegin sum tey svimja
  • Øll halda seg til at nýta einans persónliga útgerð, og lána ongum sítt, so sum t.d. svimjibrillur, fitjur, snorkil, plátur, vatnfløskur, hettur, stopp-ur og klæðir
  • Alt persónligt verður goymt við somu frástøðu á minst 2 metrum, og gjarna í persónligari tasku ella í persónligum skápi
  • Hitarúm og líknandi verður ikki brúkt
  • Følir svimjarin seg sjúkan, skal hann/hon verða heima
  • Hevur svimjarin fepur ella turran hosta (sjúkuteknin uppá COVID-19), skal svimjarin testast áðrenn hann/hon kann venja aftur
  • Svimjararnir eiga at fáa greið boð um hesar venjingarreglur, áðrenn fyrstu venjing
  • Øll uppmøting eigur at skrásetast neyvt, so at til ber at síggja hvør ið møtti nær

Reingerð, reinføri og avspritting fellur uttanfyri sjálvi venjingartilmælini, men eigur sjálvsagt at verða sambært galdandi forskriftum frá myndugleikum.

Tilmæli til kappingar koma seinni – her nú fyrst hava vit miðsavnað okkum um, at fáa hetta til venjingina avgreitt, so at svimjararnir kunnu koma í gongd aftur.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

PS. Um tað nú í praksis vísir seg at vera okkurt sum er óheppið ella ógreitt í hesum tilmæli, vinarliga fráboðið tað so til mín, við at senda ein teldupost til rokur (kurla) ssf.fo

Sí eisini skjalið sum samtykt:

Photo by Jele boscan from PxHere
Posted in Venjing | Comments Off on Venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona

SSF aðalfundurin 2020 útsettur

Góðu tit øll,

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at útseta árliga aðalfundin hjá Svimjisambandi Føroya, sum skuldi verða nú fríggjakvøldið hin 17. apríl 2020 frá kl 18:00, til í staðin at verða leygardagin hin 16. mai 2020 frá kl 12:00.

Hetta vegna tilmælini frá myndugleikum um ikki at samlast fleiri enn 10 fólk í senn, og vegna tilmæli frá ÍSF um so vítt gjørligt at hava ein fysiskan aðalfund.

Fundurin verður hildin í fundarhølunum hjá Ítróttasambandi Føroya, í ÍSF-húsinum í Gundadali, við somu skrá sum longu fráboðað. Har verður okkurt til matnað.

Skuldi tað ikki eydnast okkum at hava fundin tá heldur sum ætlað, so verður tað fráboðað feløgunum umframt her á heimasíðu SSF.

Vegna starvsnevnd SSF
Rókur í Jákupsstovu
Formaður

Posted in Felagsskapur | Comments Off on SSF aðalfundurin 2020 útsettur

Nú fara vit so smátt í gongd aftur

Starvsnevnd SSF fundaðist í dag við formenn og -kvinnur í føroysku svimjifeløgunum, í forleingilsi av góðu tíðindunum frá Løgmanni mikudagin, at Føroyar lata varisliga upp aftur, íroknað at vit frá 9. mai fara at vónandi kunna hava ítróttarkappingar aftur.

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Nú fara vit so smátt í gongd aftur

Atlantic Open 2020 avlýst

Góðu tit øll

Starvsnevnd SSF hevur viðgjørt spurningin um Atlantic Open 2020, nú ein mánaður er til at hendan stevna skal verða sambært kalendara okkara.

Niðurstøðan er at vit avlýsa hesa stevnu, eisini hóast vit hin 14. apríl vónandi eru komin úr hesi neyðstøðu sum nú er.

Vónandi ber til at avgreiða ABMS 2020 og FM á langgeil 2020, tá einaferð í mai og juni, umframt aðalfundin hin 17. apríl.

IOC hevur júst útsett OL til í 2021, og tískil eru bara tvær stevnur eftir í altjóða kalendara okkara til í summar – NMU í juli, og EM nú útsett til í august.

Vónandi hava vit tað øll gott í hesum sóttarhaldum.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Posted in Kapping | Comments Off on Atlantic Open 2020 avlýst