Her er kappingartilmæli SSF, sum ment í samstarvi við føroysku svimjifeløgini og almennu coronaráðgevingina. Hartil tilfar ið meira nágreiniliga vísir hvussu vit ætla at gera nú í sambandi við Aldursbólkameistarastevnuna 2020, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 30. og 31. mai.
Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 16. mai 2020 sín árliga aðalfund, á Parnassinum á Hotel Hafnia. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Sørin S. Djurhuus og Eyðun Húsgarð stóðu fyri vali, umframt formaðurin Rókur í Jákupsstovu. Allir tríggir vórðu afturvaldir.
Her er dagførd útgáva av venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona, nú almennu tilmælini síðani hin 30. apríl loyva upp til 50 fólkum at savnast saman, soleiðis sum vit nú eisini síggja fleiri svimjihallir gera. Dagføringin er gjørd í samráð við feløgini og við corona-ráðgevingina, har vit loyvdu okkum at rudda eitt sindur í orðingum eisini.
Tað eru altíð tey somu sum venja í senn, og ongantíð fleiri enn tilmælt
Kravda frástøða skal haldast av øllum allastaðni, so sum í móttøkuni, í umklæðingini, undir brúsuni, á kantinum og í hylinum
Um svimjarar svimja aftaná hvørjum øðrum, so eigur frástøðan at vera minst 4 metrar millum hvønn svimjara, tann vegin sum tey svimja
Øll halda seg til at nýta einans persónliga útgerð, og lána ongum sítt, so sum t.d. svimjibrillur, fitjur, snorkil, plátur, vatnfløskur, hettur, stopp-ur og klæðir
Alt persónligt skal goymast við greiðari frástøðu til tað hjá øðrum, so sum í persónligari tasku ella í persónligum skápi
Hitarúm og líknandi verður ikki brúkt
Um sjúkueyðkenni eru, ið benda á coronavirus, so sum hosti ella fepur, so skal viðkomandi verða heima og testast áðrenn hann/hon kann møta til venjing aftur
Svimjararnir skulu fáa greið boð um hesar venjingarreglur, áðrenn fyrstu venjing
Øll uppmøting skal skrásetast neyvt, so at til ber at síggja hvør ið møtti nær
Evropeiska svimjisambandið LEN hevur júst kunngjørt, at Evropameistarastevnan á langgeil 2020 nú verður frá 10. til 23. mai 2021, heldur enn í august 2020. Hetta vegna coronasóttina sum herjar um heimin. Staðurin er enn Budapest í Ungarn.
Litavar hava júst fráboðað, at Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2020 er avlýst, sum annars skuldi verða í Kaunas í Litava hin 11. og 12. juli 2020. Hetta vegna koronasóttina sum herjar um heimin.
Altjóða svimjisambandið FINA hevur fráboðað at HeimsMeistarastevnan á langgeil 2021 verður flutt til hin 13. til 29. mai 2022, sum annars skuldi verða í juli/august 2021. Hetta vegna støðuna við koronasótt sum herjar um heimin. Staðurin verður hin sami, Fukuoka í Japan.
You must be logged in to post a comment.