Góðu tit øll
Vegna fráfall verða vit tíverri noydd at avlýsa Atlantic Open 2024.
Feløgini eru kunnaði.
Vegna SSF
Rókur
Góðu tit øll
Vegna fráfall verða vit tíverri noydd at avlýsa Atlantic Open 2024.
Feløgini eru kunnaði.
Vegna SSF
Rókur
Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni á langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú fríggjadagin hin 10. til sunnudagin hin 12. mai 2024. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify og her á SwimRankings
Continue readingHetta vikuskiftið er árliga Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan á langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági. Vit ætla at stroyma frá stevnuni, og beinleiðis úrslit síggjast hartil her á Swimify
Stevnupartarnir eru:
Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, nú fríggjadagin 10. til sunnudagin 12. mai 2024.
Listarnir síggjast eisini her á livetiming.se og her á Swimify
Sí eisini https://ssf.fo/2024/04/10/innbjoding-til-fm-og-jm-a-langgeil-2024/
Her er innbjóðingin til Atlantic Open 2024, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 28. til 30. juni 2024. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo
Viðkomandi fílur finnast eisini her á Swimify, íroknað ensk útgáva av innbjóðingini.
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til NMU 2024, sum verður í Helsinki í Finnlandi frá 2. til 3. juli 2024. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.