SSF-kalendarin avtalaður fyri svimjiárið 2021-2022

Svimjisamband Føroya skipaði í dag fyri kalendarafundi í hølunum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará, har feløgini undir leiðslu av nýggju svimjinevndini løgdu kalendaran fyri svimjiárið 2021-2022, umframt at endurskoða nakrar lutir í kalendaranum nú hesa árshálvu eisini.

SSF kalendarafundur í Saltangará

Dagførdi kalendarin sæst her á heimasíðu SSF, har nakað av tí mest merkisverda er, at FM á langgeil 2021 nú er flutt til at verða partur av sokallaðu ‘føroysku oyggjaleikunum’ hjá Ítróttasambandi Føroya. Hartil fara vit komandi svimjiár at hava tvær aldursbólkarmeistarastevnur – á stuttgeil um heystið og á langgeil um várið – eins og vit nú hava FM og JM bæði á stuttgeil og á langgeil.

Ein avbjóðing í komandi ári, er at vit ikki enn vita nær heilt víst til dømis nær NM/NJM 2021 verður, og at tað tí heldur ikki er heilt víst nær FM á stuttgeil 2021 verður. Út yvir at vit hava valt at leggja hesa stevnu í desember 2021.

Eitt annað serligt er, at tað til summar stevnur nú er viðmerkt, at talan verður um stevnu við fullari kappingarskrá. Hetta vegna innkomið ynski, til at serliga langteinarar kunnu verða vísir í at kunna royna seg í 800 og/ella 1500 frí.

Sum heild ein sera produktivur dagur, har vit fingu lagt allar heimligu svimjistevnur fram til og við summarið 2022.

Við svimjikvøðu

Rókur

Posted in Felagsskapur | Comments Off on SSF-kalendarin avtalaður fyri svimjiárið 2021-2022

Úttøkuskipan til EM 2021 í Budapest

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi EvropaMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Budapest í Ungarn frá 17. til 23. mai 2021.

Stutt sagt sama skipan sum til hesa somu stevnu í fjør, at vit ætla at taka út teir báðar svimjarar av hvørjum kyni, sum í kravtíðarskeiðnum klára bestu avrik yvir 700 FINA stig.

Sjálvsagt við fyrivarni fyri, at tað yvirhøvur ber til í hesi koronutíð.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

By LeeveiphuOwn work, CC BY-SA 4.0, Link
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úttøkuskipan til EM 2021 í Budapest

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í fundarhølunum hjá Runavíkar kommunu á Heiðavegi 13 í Saltangará, leygardagin hin 27. mars 2021 frá kl 13:00.

Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2021-frabodan.pdf

Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021

Innbjóðing til HS Open 13. – 15. mars 2021

Her er innbjóðing til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 13. og 14. mars 2021.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS Open 13. – 15. mars 2021

Úrslit frá Ægir Open 20. – 21. februar 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open” sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 20. og 21. februar 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Ægir Open 20. – 21. februar 2021

Innbjóðing til SuSvim-stevnu í Vági 6. mars 2021

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 6. mars 2021, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4, sum upprunaliga skuldi verða í svimjihylinum í Tvøroyrar skúla, men sum nú vegna koronatilmælini er flutt til heldur at verða uppá tvørs í langhylinum í Vági.

Posted in Óbólkað | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim-stevnu í Vági 6. mars 2021