Innbjóðing til ABMS 2021

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2021 (ABMS 2021), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 30. apríl til 2. mai 2021.

ABMS 2018 í Klaksvík

Gevið gætur – vit mangla enn at fáa ásett lyklapersónarnar so sum kappingarleiðari og yvirdómari; men tað verður væntandi heilt skjótt.

Við fyrivarni fyri korona, sjálvsagt.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til ABMS 2021

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021

Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 27. mars 2021 sín árliga aðalfund, í hølunum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Símun Michael Sørensen og Ólavur Hansen stóðu fyri vali, umframt tiltakslimur Dann Hjelm. Allir tríggir vórðu afturvaldir.

Continue reading
Posted in Felagsskapur, Lógir og reglugerðir | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021

Úrslit frá HS Open 13. -14. mars 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygadagin hin 13. og sunnudagin hin 14. mars 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt vónandi heilt skjótt á SwimRankings.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá HS Open 13. -14. mars 2021

Úrslit frá FLOT, FS og Reysta-stevnuni í Klaksvík 20. mars 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum svimjifeløgini FLOT, Reysti og Fuglafjarðar Svimjifelag skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll í dag, leygardagin hin 20. mars 2021.

Hetta var kapping fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum hesi eysturoyarfeløgini í felag skipaðu fyri í Klaksvík, tí at tað í hesi koronatið ikki ber so væl til at hava tilsvarandi kapping í skúlahyljum.

FLOT, FS og Reysta-stevna í Klaksvík

Gevið gætur, at einans kappingarnar yvir 50 og 100 metrar eru at rokna sum offisiellar kappingar sambært FINA-reglunum, meðan tær yvir 25 metrar vóru óoffisellar stuttleikakappingar. Somuleiðis vóru liðsvimjingarnar ‘bara’ óoffisiell stuttleikakapping, har svimjararnir vórðu bólkaðir uppá tvørs av feløgunum.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá FLOT, FS og Reysta-stevnuni í Klaksvík 20. mars 2021

Startlisti til FLOT, FS og Reysta-stevnuna í Klaksvík 20. mars 2021

Her er startlistin til svimjistevnuna sum Fuglafjarðar Svimjifelag og svimjifeløgini FLOT og Reysti skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, fyri okkara yngstu aldursbólkar, nú leygardagin hin 20. mars 2021. Gevið gætur, at onkrar tillagingar eru í fyriskipanini, tí at tey eru so mong sum eru tilmeldaði.

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til FLOT, FS og Reysta-stevnuna í Klaksvík 20. mars 2021

FINA dómaraskeið fyri okkum á netinum 7. – 9. mai 2021

Altjóða svimjisambandið FINA skipar hin 7. til 9. mai 2021 fyri “FINA Online Swimming Clinic for Officials – Faroe Islands (FAR)“, sum er sama slag skeið vit høvdu í Havn hin 22. til 24. mars 2019, tó nú á netinum vegna støðuna við korona.

Undirvísari verður Jens-Christian Iversen úr Danmark, sum útyvir at vera ein sera royndur, altjóða yvirdómari, eisini er skrivari í teknisku svimjinevndini hjá LEN, umframt limur í teknisku svimjinevndini hjá FINA.

Skeiðið stendur til at skula vera á enskum – men Jens-Christian heilsar at tað kann útmerkað eisini vera á donskum, í tann mun sum fólk ynskja tað. Talan verður um undirvísing í 3-4 tímar, hvønn dag hesar tríggjar dagarnar.

Skeiðið er fyri nýbyrjarar, um enn tað kemur væl runt um alt sum hevur við døming innan svimjing at gera. Tað er ikki enn beinleiðis partur av útbúgvingargongdini til yvirdómara, men vóna vit hetta kemur uppá pláss heilt skjótt.

Eitt tilmeldingarskjal verður klárt áðrenn alt ov leingi. Vit umhugsa at lata fólk kunna sita saman til dømis í hølunum í Saltangará, so at tað ikki skal kennast alt ov einsamalt.

Vegna SSF

Rókur

Posted in Útbúgving | Comments Off on FINA dómaraskeið fyri okkum á netinum 7. – 9. mai 2021