Startlisti til FLOT, FS og Reysta-stevnuna í Klaksvík 20. mars 2021

Her er startlistin til svimjistevnuna sum Fuglafjarðar Svimjifelag og svimjifeløgini FLOT og Reysti skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, fyri okkara yngstu aldursbólkar, nú leygardagin hin 20. mars 2021. Gevið gætur, at onkrar tillagingar eru í fyriskipanini, tí at tey eru so mong sum eru tilmeldaði.

Her eru boðini frá fyriskiparunum:

Hey øll somul,

Nú kappingin nærkast og tilmeldingarnar eru komnar inn, er okkum greitt, at vit hava ovurhonds nógvar tilmeldingar. 152 svimjarar.

Hetta ger so, at vit mugu gera onkrar tillagingar í mun til koronutilmæli.

Onkrar tíðir er fluttar eitt sindur og bólkarnir 3 og 4 svimja hvør sær. (tað sum var seinni parturin)

Vinarliga ikki møta áðrenn settu tíðir so at tey, sum eru inni áðrenn, náa út áðrenn tey næstu koma inn.

Tíðirnar vera hesar:

Bólkur 1 og 2: Upphiting er kl. 12.00 og kapping kl. 12.40 (Ge: 9 ár og yngri, Dr: 10 ár og yngri)

Bólkur 3: Upphiting kl. 14.30 og kapping kl. 15.00 (Ge: 10-11 ár, Dr: 11-12ár)

Bólkur 4: Upphiting kl. 16.45 og kapping kl. 17.15  (Ge: 12-13 ár, Dr: 13-14ár)

Liðsvimjingarnar vera eisini broyttar, og øll sleppa at svimja sum hava hug. Fyriskiparnir skipa fyri liðunum!

Vinarliga havi 3 hjálparfólk við til bólk 3 og 3 hjálparfólk til bólk 4. Um tit hava fleiri er tað super.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til kappingina.

Vh

Flot, FS og Reysti

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.