Her er ein rættiliga áhugaverd greining av frísvimjingini hjá Rólandi Toftum, sum vit í Svimjisambandinum hava fingið gjørt við hjálp av okkara nýinnkeyptu SmartPaddle-útgerð, og finska granskaranum sum hevur mennt hesa útgerð.
Continue readingSmartPaddle-greining av frísvimjingini hjá Rólandi Toftum
Úrslit frá HS-stevnuni 17. apríl 2021
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, í dag leygardagin hin 17. apríl.
Gevið gætur, at 25m-kappingarnar vórðu skipaðar sum stuttleikakappingar, ið tí ikki geva FINA-góðkend úrslit. Hinar longru vóru skipaðar sambært reglunum, og eru tí eisini at finna her á SwimRankings

Innbjóðing til HS Open 22. – 23. mai 2021
Her er innbjóðing til i “HS Open mai 2021”, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 22. og sunnudagin hin 23. mai 2021.

Startlisti til HS-stevnuna 17. apríl 2021
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna fyri aldursbólkar okkara 1 til 4, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 17. apríl 2021.

Úttøka til EM 2021 í Budapest
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjara til EvropaMeistarastevnuna á langgeil 2021, sum verður í Budapest í Ungarn hin 17. til 23. mai 2021:
- Signhild Joensen (2000), Ægir
Venjari og ferðaleiðari verða kunngjørd seinni
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur

Úttøkuskipan til EJM 2021 í Rom
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Evropeisku JuniorMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Rom í Italia frá 6. til 11. juli 2021.
Við fyrivarni fyri villum og misskiljingum
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur










You must be logged in to post a comment.