Úrslit frá HS Open 22. og 23. mai 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 22. og sunnudagin 23. mai 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Alt í alt vóru tey 81 svimjarar úr 5 feløgum sum luttóku tilsamans 552 ferðir í 36 kappingum á hesi stevnu. Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr HS átti besta avrik av øllum, tá ið hon í 100 rygg svam seg til 1:01.86 og 698 FINA stig í 100 rygg.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá HS Open 22. og 23. mai 2021

Startlisti til HS Open 22. – 23. mai 2021

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 22. og sunnudagin 23. mai 2021. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til HS Open 22. – 23. mai 2021

Signhild 1:04.72 í 100 rygg á EM 2021

Signhild Joensen royndi seg í morgun í síni næstu grein á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, og varð har við tíðini 1:04.72 nummar 44 av teimum 44 luttakarunum. Her niðanfyri er ein samrøða við Signhild aftaná kappingina, sum Hörður J. Oddfríðarson hjá íslendska svimjisambandinum gjørdi.

Posted in Kapping | Tagged , , | Comments Off on Signhild 1:04.72 í 100 rygg á EM 2021

Signhild 29.89 í 50 rygg á EM 2021

Signhild Joensen royndi seg í morgun í síni fyrstu grein á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, sum var 50 metra ryggsvimjing. Tað gekk fínt – hon svam seg til sína 9. bestu tíð nakrantíð, við tíðini 29.89. Her niðanfyri er ein samrøða við Signhild aftaná kappingina, sum Hörður J. Oddfríðarson hjá íslendska svimjisambandinum gjørdi.

Posted in Kapping | Tagged , , | Comments Off on Signhild 29.89 í 50 rygg á EM 2021

Innbjóðing til Atlantic Open 2021

Her er innbjóðing til Atlantic Open 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Suðuroyar Svimjifelag í Páls Høll í Vági, fríggjakvøldið til sunnudagin hin 11. til 13. juni 2021. Við fyrivarni fyri støðuni við korona.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Atlantic Open 2021

FINA dómaraskeiðið 2021 útsett

Vegna ov lítla undirtøku, eru vit tíverri noydd at fyribils útseta FINA dómaraskeiðið sum skuldi verða hin 7. til 9. mai 2021, til í fyrsta lagi einaferð í heyst.

Posted in Útbúgving | Comments Off on FINA dómaraskeiðið 2021 útsett