Fráboðan frá svimjinevnd SSF um FM og JM á stuttgeil 2021

Svimjinevnd SSF hevði aftur í gjárkvøldið fund um støðuna við korunu í mun til FM og JM á stuttgeil 2021 og metir, at fráboðaða kappingarskráin skal fylgjast, sum send út sunnukvøldið hin 7. november.

Tó eru ábendingar um at koronutilmælini linka leygardagin, til at 100 fólk kunnu vera savnaði. Um so verður, mælir svimjinevndin til, at kappingin leygardag og sunnudag verður gjøgnumførd eftir upprunaætlan, tó uttan áskoðarar.

Svimjinevndin umrøddi eisini møguleikan, at 150 fólk kunnu savnast, við koronapassi, men heldur at tíðin er ov knøpp, til at fara í gongd við hetta nú.

Vinarliga

Heri Mortensen, svimjinevnd SSF’s

Posted in Kapping | Comments Off on Fráboðan frá svimjinevnd SSF um FM og JM á stuttgeil 2021

SSF fráboðan um FM og JM á stuttgeil 2021

Góðu tit øll,

Starvsnevnd og svimjinevnd SSF hava á fundi í kvøld samtykt at vilja halda áfram við fyriskipanini av ætlaðu Føroyameistarastevnu og Juniormeistarastevnu hin 12. til 14. november 2021, tó við fylgjandi tillagingum og avmarkingum vegna støðuna við korona.

Galdandi tilmæli eru millum annað, at:

  • Øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett.
  • Ítróttardystir kunnu avgreiðast, men hetta eigur at vera uttan áskoðarar.

FM og JM á stuttgeil 2021 verða tí fyriskipað uttan áskoðarar, og við minst møguligu manning, so at vit kunnu yvirhalda eisini kravið um at í mesta lagi savna 49 fólk í senn.

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on SSF fráboðan um FM og JM á stuttgeil 2021

ÍSF søkir eftir samskipara at fyrireika Føroyaleikir 2022

”Brennir tú fyri føroyskum ítrótti og vilt tú vera við at gera Føroyaleikir 2022 til nakað heilt serligt?”

So er tað tær, vit leita eftir!!

👇

Samskipari til Føroyaleikir – Ítróttasamband Føroya (isf.fo)

Posted in Felagsskapur | Comments Off on ÍSF søkir eftir samskipara at fyrireika Føroyaleikir 2022

Úttøka til HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja taka út fylgjandi svimjarar til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum verður í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum frá 16. til 21. desember 2021:

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Johan Nónskarð Dam (2002), HS

Venjari verður Kristian Martin Joensen, og ferðaleiðari Lis Gøthe í Jákupsstovu.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur


Posted in Kapping | Comments Off on Úttøka til HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi

FS-stevnan 30. oktober 2021 avlýst

Gott kvøld,

FS skal hervið boða frá, at sum støðan við koronu í løtuni, hava vit valt at avlýsa FS stevnuna leygardagin 30.10.21.

Vónandi kunnu vit halda stevnuna seinni.

Vinarliga

Fuglafjarðar Svimjifelag

Posted in Kapping | Comments Off on FS-stevnan 30. oktober 2021 avlýst

Kappingarskráir til Ægir Open 23. og 24. oktober 2021

Her eru kappingarskráirnar til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 23. og sunnudagin 24. oktober 2021. Hetta vikuskiftið er síðsta freist at kunna gera vart við seg, áðrenn landsliðið til HM á stuttgeil 2021 verður úttikið.

Posted in Kapping | Comments Off on Kappingarskráir til Ægir Open 23. og 24. oktober 2021