Úrslit frá FM og JM á stuttgeil 2021

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í svimjing á stuttgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 12. til 14. november 2021, við góðari hjálp frá vertsfelagnum Havnar Svimjifelag og øðrum.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net, umframt her á nýggju stevnuskipanini hjá Svimjisambandi Føroya, tempus.fo

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá FM og JM á stuttgeil 2021

Beinleiðis úrslit, sjónvarp og stroyming frá FM og JM á stuttgeil 2021

Í ár sendi Kringvarp Føroya frá finalupørtunum fríggjadag og leygardag, og er í øllum førum annar parturin tískil tøkur her á kvf.fo.

Allir hinir partararnir kunnu síggjast á YouTube-rásini hjá SSF, umframt at sjálvi úrslitini síggjast her á livetiming.se

Kravtíðir til NM/NJM 2021 síggjast her á ssf.fo, umframt her yvirlit yvir hvørji sum hava klárað kravtíð.

Sí eisini innbjóðingina til FM og JM á stuttgeil 2021

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Beinleiðis úrslit, sjónvarp og stroyming frá FM og JM á stuttgeil 2021

Innbjóðing til SuSvim Open 27. – 28. november 2021

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SuSvim Open” sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin og sunnudagin hin 27. og 28. november 2021. Hetta er fyrsta langgeilastevna í hesum svimjiári 2021-2022.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim Open 27. – 28. november 2021

Kappingarskrá til FM og JM á stuttgeil 2021

Her eru kappingarskráirnar (startlistarnir) til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum tær síggja út nú aftaná at freistin fyri at melda frá er farin. Gevið gætur, at vit nú eru farin aftur til upprunaligu ætlan, við eisini liðsvimjingum allar tríggjar dagar, vegna broytingar í tilmælunum og í samráð við koronaráðgevingina. Skráirnar síggjast eisini her á livetiming.se

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Kappingarskrá til FM og JM á stuttgeil 2021

Luttakaralistar til FM og JM á stuttgeil 2021

Nú fríggjamorgunin byrjar Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan á stuttgeil 2021, við innleiðandi riðlum og juniormeistarastevnu fyrrapart, og síðani FM-finalum seinnapart. Luttakaralistarnir síggjast her á livetiming.se

Posted in Óbólkað | Comments Off on Luttakaralistar til FM og JM á stuttgeil 2021

Innbjóðing til ABMS 2021 (2)

Her er innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnu í Klaksvíkar Svimjihøll hin 11. desember 2021. Hetta er næsta ABMS í 2021, tískil hatta “(2)”.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til ABMS 2021 (2)