Category Archives: Óbólkað
Innbjóðing til HS Open 18. og 19. mars 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 18. og sunnudagin hin 19. mars 2023.
Úrslit frá FLOT-stevnuni 4. februar 2023
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri í svimjihylinum á Toftum, nú leygardagin hin 4. februar 2023.
Úttøkuskipan til HM 2023 í Fukuoka
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu, sum verður í Fukuoka í Japan frá 14. til 30. juli 2023, har sjálv svimjistevnan á langgeil er frá 23. til 30. juli 2023. Við fyrivarni fyri møguligum feilum ella komandi brotingum.
HS 3 mix met 3 dagar á rað
Havnar Svimjifelag hevur hesar síðstu tríggjar dagarnar megnað at betra um føroysku metini í øllum teimum ‘mix’-liðsvimjingum sum kappast vórðu um á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2022, við somu fýra svimjarum. Nýggju metini eru: 1:42.33 í 4×50 frí mix, metið var … Continue reading
FINA hjálparvenjaraskeið í Havn hin 16. til 18. september 2022
Svimjisamband Føroya fekk herfyri tillutað eitt venjaraskeið frá altjóða svimjisambandinum FINA, at verða í Tórshavn vikuskiftið hin 16. til 18. september 2022. Hetta er skeið sum tað vit høvdu í 2018, har luttakararnir tá verða FINA góðkendir hjálparvenjarar, við møguleika … Continue reading
Úrslit frá ABMS 2022
Her eru úrslitini frá AldursBólkaMeistarastevnuni 2022, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. mai 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se