Category Archives: Lívbjarging
Áhugaverdur fundur um bjargingarnummur
Eysturkommuna skipaði í dag fyri fundi í býráðshúsinum í Norðagøtu, har evnið var bjargingarnummur við havnarløg, varðagøtur og líknandi. SSF hevði fingið roynda samskiparan Erik Bech at koma til Føroya at greiða frá, hvussu ein slík er sett upp og … Continue reading
Innbjóðing til fund um bjargingarnummur
Eysturkommuna hevur júst sent út soljóðandi skriv til kommunur o.o., undir heitinum “Innbjóðing til fund við Erik Beck, um samskipan av bjargingarnumrum“. Til rætta viðkomandi Í fjørsummar var ein druknivanlukka úti í Bug í Leirvík. Boðini sum komu inn til 1-1-2 … Continue reading
Ársfundur hjá NLSG í Finnlandi
Sørin S. Djurhuus og Djóni Dalsgarð luttaka í hesum døgum á ársfundinum hjá Nordic Life Saving Group, sum umboð fyri Svimjisamband Føroya. Fundurin er í býnum Lohja í Finnlandi, einar 60 km vestan fyri Helsinki. Fyrsti fundur er í løtuni í … Continue reading
Væleydnaður norðurlendskur fundur í Koltri
Svimjisamband Føroya var herfyri vertur fyri árliga fundinum hjá Nordic Life Saving Group, og valdi tá heldur serstakt at hava fundin í Koltri. Hetta var fyrstu ferð at ein slík ráðstevna hevur verið fyriskipað í Koltri, og gjørdist tað ein … Continue reading
LÍV stuðlar lívbjargingini
Svimjisamband Føroya og LÍV skrivaðu í dag undir eina tvey ára stuðulsavtalu í sambandi við átakið “Eingin svimjing uttan lívbjargara” Hetta til at styrkja um átakið, sum Svimjisambandið sjósetti í 2009, og sum síðani er bygt upp við stuðli og … Continue reading
Tríggir nýggir lívbjargingardómarar í Suðuroy
Farna vikuskiftið skipaði Sørin S. Djurhuus vegna Svimjisamband Føroya fyri lívbjargingardómaraskeiði í Páls Høll í Vági, har tríggir nýggir lívbjargingardómarar fingu prógv. Hartil stóðu fimm lívbjargingarroyndina, sum partur av útbúgvingini hjá teimum trimum dómarum.









You must be logged in to post a comment.