Category Archives: Lívbjarging

SSF og LEN á fund við ES um svimjiførleika

Í morgin ári fer undirritaði sum umboð fyri Svimjisamband Føroya til Bruxelles í Belgia, at fundast við evropeiska svimjisambandið LEN og ES og sikkurt onnur við, um hvussu betri svimjiførleiki kann minka um títtleikan av druknivanlukkum í Evropa.

Posted in Felagsskapur, Lívbjarging | Comments Off on SSF og LEN á fund við ES um svimjiførleika

LEN og ILSE í samstarv um svimjiførleikaátak

Forsetarnir báðir í evropeiska svimjisambandinum LEN og evropeiska lívbjargingarsambandinum ILSE hava undirskrivað eina felagslýsing (eitt “memorandum of understanding”), at í felag vilja virka fyri at betra um svimjiførleikan í Evropa, til á tann hátt at minka um talið av druknivanlukkum. Sambært WHO drukna 27000 … Continue reading

Posted in Lívbjarging | Comments Off on LEN og ILSE í samstarv um svimjiførleikaátak

Dagførdir lívbjargarar í Fuglafjarðar Svimjifelag

Lívbjargingardómari Sørin S. Djurhuus var í gjárkvøldið norðuri í Fuglafirði, har fýra venjarar/lívbjargarar hjá FS fingu dagført síni lívbjargingarprógv.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Dagførdir lívbjargarar í Fuglafjarðar Svimjifelag

Áhugaverdur fundur um bjargingarnummur

Eysturkommuna skipaði í dag fyri fundi í býráðshúsinum í Norðagøtu, har evnið var bjargingarnummur við havnarløg, varðagøtur og líknandi. SSF hevði fingið roynda samskiparan Erik Bech at koma til Føroya at greiða frá, hvussu ein slík er sett upp og … Continue reading

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Áhugaverdur fundur um bjargingarnummur

Innbjóðing til fund um bjargingarnummur

Eysturkommuna hevur júst sent út soljóðandi skriv til kommunur o.o., undir heitinum “Innbjóðing til fund við Erik Beck, um samskipan av bjargingarnumrum“. Til rætta viðkomandi Í fjørsummar var ein druknivanlukka úti í Bug í Leirvík. Boðini sum komu inn til 1-1-2 … Continue reading

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Innbjóðing til fund um bjargingarnummur

Ársfundur hjá NLSG í Finnlandi

Sørin S. Djurhuus og Djóni Dalsgarð luttaka í hesum døgum á ársfundinum hjá Nordic Life Saving Group, sum umboð fyri Svimjisamband Føroya. Fundurin er í býnum Lohja í Finnlandi, einar 60 km vestan fyri Helsinki. Fyrsti fundur er í løtuni í … Continue reading

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Ársfundur hjá NLSG í Finnlandi