Category Archives: Kapping
Startlisti til SuSvim-stevnuna 6. mars 2021
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll nú leygardagin hin 6. mars 2021, fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4. SuSvim heilsar: Orsakað av at tað eru so nógvar tilmeldingar , 115 🙂, mugu … Continue reading
SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021 nú góðkend av FINA og DOK/DIF sum OL-úttøkustevna
Svimjisamband Føroya hevur nú fingið váttan frá umboði fyri Dansk Olympisk Komite / Dansk Idrætsforbund, at svimjistevnan sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll hin 10. og 11. apríl 2021, er brúkilig sum eisini úttøkustevna til OL í Tokyo … Continue reading
Innbjóðing til FLOT, FS og Reysta-stevnu 20. mars 2021 í Klaksvíkar Svimjihøll
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum svimjifeløgini FLOT, Fuglafjarðar Svimjifelag og Reysti skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 20. mars 2021. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4, ið hesi trý svimjifeløg í felag skipa fyri í … Continue reading
Úttøkuskipan til EM 2021 í Budapest
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi EvropaMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Budapest í Ungarn frá 17. til 23. mai 2021. Stutt sagt sama skipan sum til hesa somu stevnu í fjør, at vit ætla at taka út … Continue reading
Innbjóðing til HS Open 13. – 15. mars 2021
Her er innbjóðing til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 13. og 14. mars 2021.
Úrslit frá Ægir Open 20. – 21. februar 2021
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open” sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 20. og 21. februar 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net








