Category Archives: Kapping
Innbjóðing til SuSvim Open 6. – 7. februar 2021
Her er innbjóðing til svimjistevnuna SuSvim Open sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági hin 6. og 7. februar 2021.
Stuttleikastevna í Klaksvík í dag
Ægir skipaði í dag fyri svimjistevnu í Klaksvíkar Svimjihøll, fyri okkara yngru aldursbólkar 1 til 4. Talan var um kapping sambært grein 1, stk. 2 í reglugerð SSF fyri svimjistevnur, sum ikki eru undir formligum eftirliti av SSF, og har … Continue reading
Úrvalsítrótturin fær slakar 2 milliónir krónur í 2021
Svimjingin fær tilsamans 450.000 krónur. 400.000 krónur eru játtaðar Hondbóltssambandinum til U19-landsliðið hjá monnum. Fimleikurin fær íalt 360.000 krónur, taekwondo fær tilsamans 350.000 krónur, Flogbóltssambandið fær samanlagt 200.000 krónur til U17/19 landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum – 100.000 krónur … Continue reading
Vísindalig grein um roynd av føroyskum úrvalssvimjarum
Fróðskaparsetur Føroya skrivar her um hesa vísindaligu grein, nú útgivin í altjóða tíðarritinum International Journal of Sport Medicine, har svimjarar úr Havnar Svimjifelag og Ægir fyri árum síðani vórðu testaðir á landi umframt í vatni, til at vita um ein 3-minuttirs max-test á … Continue reading
Innbjóðing til Ægir bólkastevnu 16. januar 2021
Her er innbjóðing til bólkastevnu í Klaksvíkar svimjihøll hin 16. januar 2021, sum Ægir skipar fyri, sjálvsagt við fyrivarni fyri støðuni við koronu. Hetta er svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar – 1, 2 , 3 og 4.
SuSvim Open 12. desember 2020 avlýst
Av tí at Strandferðslan í gjár avlýsti túrin suður í morgun kl 07:00, so meldaðu feløgini norðanfjørðs tá frá. Hetta viðførdi so aftur at svimjistevnan mátti avlýsast, í øllum førum sum offisiell stevna við góðkendum úrslitum, av tí at okkara … Continue reading








