Category Archives: Kapping
Úttøkuskipan til Danish Open 2023
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Danish Open, sum verður í Brønshøj í Danmark frá 1. til 4. apríl 2023. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.
Kravtíðarskeiðið longt til Oyggjaleikir 2023
Sum lýst í hesum, so hevur starvsnevnd SSF nú í sambandi við broyting í stevnukalendaranum valt at eisini leingja kravtíðarskeiðið til Oyggjaleikir 2023, so at tað nú endar hin 16. apríl 2023, heldur enn hin 19. mars 2023. Tillagaða úttøkuskipanin … Continue reading
Broytingar í stevnukalendara SSF
Starvsnevnd SSF hevur í samráð við Suðuroyar Svimjifelag, og við fráboðan til feløgini, avgjørt at býta um uppá dagfestingarnar av hesum báðum stevnum: SuSvim Open (50m) 15. – 16. apríl 2023 Atlantic Open (25m) 18. – 20. mai 2023
Innbjóðing til Ægir Open 18. og 19. februar 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 18. og sunnudagin 19. februar 2023.
Nógv flott úrslit hjá føroyingum á Reykjavík International 2023
Íslendska svimjisambandið skipaði í vikuskiftinum fyri Reykjavík International 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum luttóku. Hóast avbjóðingar við seinkaðari flogferðslu, so vóru úrslitini yvirhøvur góð hjá okkara svimjarum, og svumu tey seg til nógv finalupláss og heiðursmerki.
Róland 29.36 og føroyskt met í 50 bringu
Róland Toftum (1998) úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á Reykjavík International 2023 svam seg til úrslitið 29.36 sekund. Hann átti sjálvur gamla metið á 29.43 sekund, … Continue reading








