Category Archives: Kapping

Innbjóðing til Atlantic Open 2023

Her er innbjóðing til svimjistevnuna Atlantic Open 2023, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 14. til 16. apríl 2023. Hetta er síðsta stevna her heima, áðrenn kravtíðarskeiðið endar til Oyggjaleikir 2023.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til Atlantic Open 2023

Innbjóðing til Reysta-stevnu 25. mars 2023

Her er innbjóðing til svimjistevnu í svimjihøllini í Leirvík, leygardagin hin 25. mars 2023, sum Svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar: 1, 2 og 3.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til Reysta-stevnu 25. mars 2023

World Aquatics og LEN broytt junioraldurin hjá kvinnum

Altjóða svimjisambandið World Aquatics broytti herfyri junioraldursbólkin hjá kvinnum, at frá nú vera tær sum fylla millum 14 og 18 ár í viðkomandi kalendaraári, heldur enn 13 til 17 ár. Harvið hava juniorgentur og dreingir sama aldur, har tað til … Continue reading

Posted in Felagsskapur, Kapping | Comments Off on World Aquatics og LEN broytt junioraldurin hjá kvinnum

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 4. mars 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 4. mars 2023. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svumu breiddir í langhylinum.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni 4. mars 2023

Fimm føroyingar á altjóða dómaralista

Altjóða svimjisambandið hevur júst kunngjørt nýggjasta listan yvir altjóða dómarar í kappsvimjing, har eisini fimm føroyingar eru at finna. Hesi fimm eru tey somu sum stóðu á lista nr 20, har hesin nú er nr 22, galdandi til árslok 2026.

Posted in Kapping | Comments Off on Fimm føroyingar á altjóða dómaralista

Startlisti til SuSvim-stevnuna 4. mars 2023

Her eru luttakaralistar og skráir til báðar stevnupartarnar á svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 4. mars 2023. Hetta var stevna sum upprunaliga skuldi verða í svimjihøllini á Tvøroyri, ið av serligum … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til SuSvim-stevnuna 4. mars 2023