Category Archives: Kapping
Innbjóðing til HS-stevnu 22. apríl 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 22. apríl 2023, fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4.
Luttakaralistar til Atlantic Open 2023
Um eina viku byrjar Atlantic Open 2023, sum er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Guernsey í summar. Viðfestur er luttakaralistin nú tilmeldingarfreistin er farin, tilmeldingarnar síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimify.com
Innbjóðing til ABMS 2023
Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2023 (ABMS 2023), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 6. og 7. mai 2023.
Elisabeth 29.94 og gullnál í 50 rygg
Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag svam seg fyri løtu síðani til gullnál, tá ið hon í C-finaluni í 50 metra ryggsvimjing svam seg til úrslitið 29.94 sekund, har gullnálatíðin er 29.96 sekund. Persónliga metið hjá Elisabeth var 30.09 áðrenn … Continue reading
Lea 34.01 og nýtt føroyskt met í 50 bringu
Lea Osberg Højsted (2007) úr Ægir setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í C-finaluni á Danish Open 2023 svam seg til úrslitið 34.01 sekund. Hon átti sjálv … Continue reading
Luttakaralistar og úrslit frá HS Open 18. og 19. mars 2023
Havnar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuna HS Open Mars 2023, í Svimjihøllini í Gundadali. Hetta er næstsíðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2023, á svimjistevnu her heima í Føroyum. Luttakaralistarnir síggjast her og úrslitini her. Til ber … Continue reading








