Category Archives: Kapping
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 4. mars 2023
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 4. mars 2023. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svumu breiddir í langhylinum.
Fimm føroyingar á altjóða dómaralista
Altjóða svimjisambandið hevur júst kunngjørt nýggjasta listan yvir altjóða dómarar í kappsvimjing, har eisini fimm føroyingar eru at finna. Hesi fimm eru tey somu sum stóðu á lista nr 20, har hesin nú er nr 22, galdandi til árslok 2026.
Startlisti til SuSvim-stevnuna 4. mars 2023
Her eru luttakaralistar og skráir til báðar stevnupartarnar á svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 4. mars 2023. Hetta var stevna sum upprunaliga skuldi verða í svimjihøllini á Tvøroyri, ið av serligum … Continue reading
Svimjistevnan 4. mars flutt til Vágs
Góðu tit øll Suðuroyar Svimjifelag boðar frá, at tey vegna serligar umstøður mugu flyta svimjistevnuna sum skuldi verða í svimjihylinum á Tvøroyri, nú leygardagin hin 4. mars, til heldur at verða í Páls Høll í Vági. Tey koma at svimja … Continue reading
Úttøkuskipan til NM/NJM og EMS 2023
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til Norðurlendsku Meistarstevnuna og JuniorMeistarastevnuna í Tartu í Estlandi hin 1. til 3. desember 2023, umframt til EvropaMeistarastevnuna á Stuttgeil í Bucharest í Rumenia hin 5. til 10. desember 2023. Fyrivarni verður tikið fyri … Continue reading
Úttøka til Danish Open 2023
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til Danish Open 2023, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Brønshøj hin 1. til 4. apríl 2023. Hetta sum tilmælt av landsliðsvenjaranum: Alisa Vestergård (2003), SuSvim Bartal Debes (2002), SuSvim Bartal E. Eidesgaard … Continue reading








