Category Archives: Kapping
Úttøka til EM U23
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á U23 EvropaMeistarastevnuni á langgeil 2023, sum verður í Dublin í Írlandi hin 10. til 13. august 2023: Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS Vár E. Eidesgaard (2001), HS Líggjas Joensen (2008), Ægir … Continue reading
Úttøka til NMU 2023
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2023, sum verður í Jönköping í Svøríki hin 8. og 9. juli 2023: Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim Róa Trygvadóttir (2008), Ægir Hetta eru teir … Continue reading
Eingin úttøka til EJM 2023
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at ikki taka nakran hóp út til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2023, sum verður í Beograd í Serbia hin 4. til 9. juli 2023. Hetta serliga vegna samanfall við Oyggjaleikir 2023, hartil hópurin fer úr Føroyum til Guernsey … Continue reading
Isak 2:10.86 og juniormet í 200 firvald
Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hann á SuSvim Open í Páls Høll í Vági svam seg til úrslitið 2:10.86. Sí úrslitalistan her
Úttøkuskipan til Sumarmót Íslands 2023
Her er úttøkuskipanin til Sumarmót Íslands 2023, sum verður í Hafnarfirði í Íslandi hin 10. og 11. juni 2023.
Innbjóðing til FM og JM á langgeil 2023
Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á langgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 16. til 18. juni 2023. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo Vegna SSF Rókur








