Category Archives: Kapping

Oddvaldur bronsu í Slovenia

Oddvaldur Leivsson (2008) úr Havnar Svimjifelag megnaði í dag at vinna sær bronsuheiðursmerki á svimjistevnuni “MM Telekom Slovenije 2023” í Radovljica í Slovenia, tá ið hann í finalu í 100 metra ryggsvimjing svam 1:07.78 og triðskjótast av øllum dreingum 16 … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Oddvaldur bronsu í Slovenia

So er tað NMU 2023

Hetta vikuskiftið er Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2023 í Jönköping, við luttøku av eisini tveimum ungum føroyskum svimjarum. Luttakaralistarnir síggjast nú her á Swimify, sviar heilsa at teir ætla at stroyma frá hesi stevnu.

Posted in Kapping | Comments Off on So er tað NMU 2023

Broytingar í kalendara SSF fyri 2024

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at vilja gera fylgjandi broytingar í kalendara SSF fyri 2024: FML/JML 2024 verður (á langgeil) í Vági hin 10. til 12. mai 2024 Atlantic Open 2024 verður á stuttgeil í Havn hin 28. til 30. juni 2024

Posted in Felagsskapur, Kapping | Comments Off on Broytingar í kalendara SSF fyri 2024

Broyttar úttøkur HM og EM U23

Tíverri verður Vár Eidesgaard ikki at síggja á stevnum fyri SSF í summar, og hevur starvsnevndin tí endurskoðað úttøkuna til Oyggjaleikir, HM og EM U23, sum Vár annars var úttikin til.

Posted in Kapping | Comments Off on Broyttar úttøkur HM og EM U23

So er tað FM/JM á langgeil 2023

Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa hetta vikuskiftið fyri árligu FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2023, í Páls Høll í Vági. Stevnan byrjar nú við innleiðandi riðlum og juniormeistarastevnu nú fríggjamorgunin kl 09:30, og fyrstu FM-finalur eru so aftur frá … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on So er tað FM/JM á langgeil 2023

Startlisti til FML/JML 2023

Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Langgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, fríggjadagin 16. til sunnudagin 18. juni 2023. Listarnir finnast eisini á LiveTiming.se og Swimify.com

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til FML/JML 2023