Category Archives: Kapping
HS-stevnan á Argjum 23. september fyribils avlýst, møguliga útsett
Havnar Svimjifelag boðar frá, at svimjistevnan sum skuldi verða á Argjum nú leygardagin hin 23. september, fyribils má avlýsast vegna tekniskar trupulleikar. Tey arbeiða við at møguliga hava hesa stevnu í staðin hin 7. oktober.
Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum 23. september 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnu fyri okkara yngstu aldursbólkar hin 23. september 2023, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini á Argjum. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo
Innbjóðing til HS Open 30. sep – 1. okt. 2023
Her er innbjóðingin til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, hin 30. september og 1. oktober 2023. Tilmeldingin er á data.tempus.fo
Startlistar til HM 2023
So er tað longu í morgin, at kappsvimjingin á langgeil byrjar á HeimsMeistarastevnuni 2023, her í Fukuoka í Japan. Úr Føroyum eru luttakararnir Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir, harav Líggjas nú í morgin … Continue reading
Ein super endi á Oyggjaleikum 2023
Okkara 10 svimjarar hava verið óførir, hesar fýra dagarnar á Oyggjaleikum 2023. Heili 26 heiðursmerki varð tað til, og eitt ótal av finaluplássum, har tey í heilum svumu niður ímóti og betri enn sínar bestu tíðir nakrantíð.
Góðkent triðja kvøld á Oyggjaleikum 2023
Væl vitandi, at vit plaga at vera pressaði triðja dag á Oyggjaleikum, so kláraðu okkara svimjarar seg faktiskt framúr, við flottum persónligum metum og 6 heiðursmerkjum afturat til rúgvuna á nú 3 gull, 8 silvur og 7 bronsur tilsamans. Kvinnur … Continue reading








