Category Archives: Kapping
Føroyskir svimjarar til OL
Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya fegnast um at kunna kunngera, at í framtíðini fara føroyskir svimjarar frítt at kunna luttaka fyri Føroyar í øllum FINA-kappingum, sum t.d. HM, EM og World Cup kappingum, samstundis sum teir umboða Danska Kongaríkið á … Continue reading
Nú skulu tey vaksnu eisini royna seg
Nú leygardagin 13. mars verður stór svimjistevna í Klaksvík, har bæði ung og gomul fara at royna seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 hava meldað seg til kappingina, afturat vanligu luttakarunum í yngru … Continue reading
SSF vil tetta holið millum Oyggjaleikir
Svimjisamband Føroya fer í summar at luttaka á “Swimming Championships of the Small States of Europe”, ið er evropeiska meistarastevnan fyri svimjitjóðir við færri enn 1 millión íbúgvum.
Rís og rós til føroyskar svimjarar
Svimjisamband Føroya hevði í vikuskiftinum aftur vitjan av estiska professaranum Rein Haljand, sum er serfrøðingur í rørslur hjá menniskjum, og ein av heimsins fremstu ráðgevum um svimjiteknikk. Niðurstøðan frá vitjanini hesuferð var, at føroysku svimjararnir sum heild hava betrað um … Continue reading
Turið knústi føroyska metið í 200 bringu
Tveir av trimum døgum eru nú avgreiddir á Reykjavík International Games 2010, við avbera góðum føroyskum úrslitum. Leirviksgentan Turið S. Christiansen setti í dag tvær ferðir føroyskt met í 200 bringu, bæði sum senior og junior, hóast hon enn ikki … Continue reading
Ungi Magnus Jákupsson nýtt føroyskt met í 400 blandað
Fyrsti dagurin á Reykjavíkar International Games er liðugur og gjørdist føroysku úrslitini sera góð. Okkara svimjarar komu víðari í 15 finalum, herav 8 A-finalum.









You must be logged in to post a comment.