Category Archives: Kapping

Eitt heiðursmerki afturat til Pál í Suðurafrika

Pál Joensen vann í kvøld bronsu í 1500 metrar frísvimjing, á suðurafrikansku meistarastevnuni í Durban. Teir báðir Jón Bjarnason og Pál eru tó ikki serliga nøgdir við úrslitið í kvøld, við tað at tíðin hjá Páli var 15:21.8, har hann … Continue reading

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Eitt heiðursmerki afturat til Pál í Suðurafrika

Pál vann gull í Suðurafrika

Pál Joensen vann í kvøld gullheiðursmerki í 800 metra frísvimjing, á suðurafrikansku meistarastevnuni í Durban. Tíðin var 7:58.95, nøkur sekund frá hansara føroyska meti á 7:54.40, men meira enn 10 sekund frá tíðini 8:09.04 hjá nærmasta kappingarneytanum Chad Ho úr … Continue reading

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Pál vann gull í Suðurafrika

Pál Joensen kappast í Suðurafrika

Pál Joensen kappast í hesum døgum á Suðurafrikansku meistarastevnuni á langgeil, sum er í býnum Durban á eysturstrondini av Suðurafrika. Pál luttekur í greinunum 200, 400, 800 og 1500 frí, har hann undan kappingina var styrkismettur at gerast nummar 8 … Continue reading

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Pál Joensen kappast í Suðurafrika

Føroyskir svimjarar til OL

Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya fegnast um at kunna kunngera, at í framtíðini fara føroyskir svimjarar frítt at kunna luttaka fyri Føroyar í øllum FINA-kappingum, sum t.d. HM, EM og World Cup kappingum, samstundis sum teir umboða Danska Kongaríkið á … Continue reading

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Føroyskir svimjarar til OL

Nú skulu tey vaksnu eisini royna seg

Nú leygardagin 13. mars verður stór svimjistevna í Klaksvík, har bæði ung og gomul fara at royna seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 hava meldað seg til kappingina, afturat vanligu luttakarunum í yngru … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Nú skulu tey vaksnu eisini royna seg

SSF vil tetta holið millum Oyggjaleikir

Svimjisamband Føroya fer í summar at luttaka á “Swimming Championships of the Small States of Europe”, ið er evropeiska meistarastevnan fyri svimjitjóðir við færri enn 1 millión íbúgvum.

Posted in Kapping | Comments Off on SSF vil tetta holið millum Oyggjaleikir