Category Archives: Kapping
Dan Hjelm úttikin til Evropeisku Leikir í Baku
Svimjisambandið hevur í dag fingið váttan frá evropeiska svimjisambandinum LEN, at Dan Hjelm er á listanum yvir svimjidómarar á Evropeisku Leikum 2015, sum verða í Baku í Azerbaijan í summar. Og Dan hevur eisini sjálvur fingið heilsan úr Baku, har … Continue reading
Flyting av úttøkustevnuni til Oyggjaleikir 2015
Góðu tit Eg skal við hesum boða frá, at HS-stevnan sum skuldi vera í Havn hin 11. og 12. apríl 2015, verður flutt til 18. og 19. apríl 2015. Hetta við góðkenning frá starvsnevndini í Svimjisambandi Føroya, og í samráð … Continue reading
Heilsan til føroyingarnar á RIG 2015
Góðu tit svimjarar, venjarar og leiðarar, Hjartaliga til lukku við óføru úrslitunum á Reykjavík International Games 2015 ! Meðan føroyska samfelagið meira ella minni lá lamið vegna illveður og stórkava, so stríddu tit tykkum til Íslands at kappast, og hava … Continue reading
Úttøka til NJM og NM 2014
Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna og Norðurlendskju Meistarastevnuna sum verður í Upplands Väsby nærhendis Stockholm í Svøríki frá 12. til 14. desember 2014. Til NJM 2014 Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir Barbara … Continue reading
Úttøka til HM í Doha 2014
Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil, sum verður í Doha hin 3. til 7. desember 2014: Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag Cecilia Wigant Eysturdal (1996), Ægir … Continue reading
HS juniorar 8:10.37 og nýtt juniormet í 4×200 frí
HS juniorar settu herfyri nýtt føroyskt juniormet í 4×200 metra frísvimjing, tá ið teir á á Ægir-stevnuni hin 4. oktober 2014 svumu teinin uppá 8:10.37. Ægir átti metið frá 2010, sum var 8:23.62. Teir fýra sum svumu nú vóru Óli … Continue reading









You must be logged in to post a comment.