Category Archives: Kapping

So er tað FM á stuttgeil 2016

Nú hósdagin byrjar FM á stuttgeil 2016, sum er endabresturin í kappingarkalendaranum hjá Svimjisambandi Føroya her heima í Føroyum, svimjiárið 2015-2016.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on So er tað FM á stuttgeil 2016

So er tað JM/MU í svimjing 2016

Klaksvíkar Svimjihøll verður næstu dagarnar karmur um JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuna fyri Ung 2016, sum er føroyameistarastevnan fyri allar okkara aldursbólkar, upp til gentur sum eru 17 og dreingir sum eru 18 ára gamlir.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on So er tað JM/MU í svimjing 2016

Úttøka til EM í London 2016

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi fimm svimjarar til komandi EvropaMeistarastevnuna í svimjing, sum verður í London í Bretlandi í døgunum 16. til 22. mai 2016. Sára Ryggshamar Nysted, Suðuroyar Svimjifelag Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag Signhild Joensen, Ægir … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Úttøka til EM í London 2016

So er tað FM á langgeil 2016

Komandi vikuskifti verður FøroyaMeistarastevnan á langgeil 2016 hildin í Pálshøll í Vági, sum er fyrsta FøroyaMeistarastevna nakrantíð í 50 metra langum svimjihyli. Tað sum eisini verður kallað fyri olympisk stødd.

Posted in Kapping | Comments Off on So er tað FM á langgeil 2016

Føroyskir svimjarar granskast á iNOVA

Føroyskir svimjarar fara nú í seinni helvt av februar at luttaka í eini granskingarverkætlan hjá Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet, á testdeplinum hjá iNOVA í Tórshavn, at royna at staðfesta um svimjiergometur kunnu lýsa teirra svimjievni í vatni.

Posted in Kapping | Comments Off on Føroyskir svimjarar granskast á iNOVA

SSF ásett nálatíðir og kravtíðir til FM á langgeil

Svimjinevnd SSF hevði herfyri sín fyrsta regluliga fund, har tað á skránni var m.a. væntandi nálatíðir til svimjing á langgeil, og fyrireiking av fyrstu FøroyaMeistarastevnu á langgeil. Umboð fyri starvsnevndina luttóku eisini á hesum fundi.

Posted in Kapping | Comments Off on SSF ásett nálatíðir og kravtíðir til FM á langgeil