Category Archives: Kapping
Úrslit frá Reysta-stevnuni 29. oktober 2016
Her er úrslitalistin frá svimjistevnuni sum Reysti skipaði fyri í svimjihøllini í Leirvíkar skúla, nú leygardagin hin 29. oktober 2016.
Innbjóðing til FOMM 2016
Her er innbjóðing til Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2016, at vera í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 12. november 2016.
Úrslit frá Ægir-stevnuni 22. og 23. oktober 2016
Her eru úrslitalistar og -fílur frá svimjistevnuni nú í vikuskiftinum, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll. Jana Bjartalíð Thomsen setti nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald, og Ægir-gentur settu nýtt føroyskt juniormet í 4×100 blandað. Úrslit sum tekst-fíla: aegir-stevna-okt-2016-urslit.txt … Continue reading
Jana 2:22.64 og juniormet í 200 firvald
Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir setti í gjár stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 2:22:64. Sára R. Nysted (2001), SuSvim átti juniormetið á 2:24.04, frá FM … Continue reading
Startlistar til Ægir-stevnuna 22. og 23. oktober 2016
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna sum Ægir skipar fyri, í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin og sunnudagin hin 22. – 23. oktober 2016.
Innbjóðing til Reysta-stevnu 29. oktober 2016
Her er innbjóðing og tilmeldingarfíla til svimjistevnu fyri okkara yngru aldursbólkar 2 og 3, í svimjihøllini í Leirvíkar skúla, leygardagin hin 29. oktober 2016. Tað eru gentur føddar í 2005 til 2008 og dreingir føddir í 2004 til 2007.









You must be logged in to post a comment.