Category Archives: Kapping
Føroyingar í finalur eisini 2. dag í NM/NJM 2016
Næsta umfar er avgreitt av innleiðandi riðlum á NM/NJM 2016 í Kolding, har eisini føroyingar kvalifiseraðu seg til finalur. Jana B. Thomsen (2000) Ægir 1:05.79 og nr 7 í NJM-finalu í 100 firvald Vár E. Eidesgaard (2001) HS 1:06.31 og … Continue reading
1 heiðursmerki og 1 met, 1. dag á NM/NJM 2016
Hóast tað týðiligvís merktiskt at føroyingarnir høvdu havt ein drúgvan túr til Danmarkar, so vóru glottar at hóma á fyrsta degi á NM/NJM 2016. Marius Gardshodn vann gull í 1500 frí, juniorgenturnar settu landsliðsmet fyri juniorar, og Signhild Joensen kom … Continue reading
Marius 15:28.72 og gull á NM 2016
So bragdaði tað á NM/NJM í Kolding – Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag svam seg í kvøld til gull í 1500 metra frísvimjing, tá ið hann í finaluni svam teinin uppá 15:28.72, frammanfyri svenska Lukas Steiner á 15:32.63 og … Continue reading
Sára 4:25.85 í 400 frí
Vit eru komin til fjórða dag á HM á stuttgeil 2016, har Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag fyri løtu síðani royndi seg í 400 frí.
Føroyingar í finalu, fyrsta dag á NM/NJM 2016
Tey eru liðug við innleiðandi riðlar á NM/NJM 2016 í Kolding, og fingu vit ein góðan hóp víðari til finalurnar, seinnapartin. Jana Thomsen (2000) Ægir 2:07.69 og nr 8 í NJM-finaluni í 200 frí Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 1:16.06 og nr … Continue reading
NM/NJM-liðið komið til Kolding
Í dag fór eitt stórt lið av føroyskum svimjarum og leiðarum og venjarum til Kolding í Danmark, at luttaka á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2016, sum byrjar í morgin.









You must be logged in to post a comment.