Category Archives: Kapping
Sára 2:29.98 og føroyskt met í 200 firvald
Sára Ryggshamar Nysted setti í dag stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 2:29.98. Sára átti sjálv nú farna føroyska føroyskt metið … Continue reading
Innbjóðing til FLOT-stevnu 28. januar 2017
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Tofta skúla, sum svimjifelagið FLOT skipar fyri. Hetta er svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar 1, 2 og 3.
Innbjóðing til SuSvim-stevnu 14. og 15. januar 2017
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági hin 14. og 15. januar 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna, fyri allar aldursbólkar, tó við avmarking av tali á luttakarum á longstu teinunum.
Óli 2:02.17 og føroyskt met í 200 firvald
Óli Mortensen setti í dag nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann í bestu deild á DM fyri lið 2016 svam teinin uppá 2:02.17. Hann átti sjálvur føroyska metið á 2:02.61, frá FM á stuttgeil … Continue reading
Úrslit frá SMS JólaSprint 2016
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SMS JólaSprint 2016, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 17. desember 2016. sms-jolasprint-2016-urslit.html results_torshavn_2016-12-17.lef re161217.txt
SMS JólaSprint 17. desember 2016
Havnar Svimjifelag skipar aftur í ár fyri SMS Jólasprint svimjistevnu, í Svimjihøllini í Gundadali nú leygardagin hin 17. desember 2016. Her er innbjóðingin, har ein av høvuðsattraktiónunum er hin tiltikna 6×50 frí mix, har hvørt lið skal umfata 2 gentur, 2 dreingir, 1 … Continue reading









You must be logged in to post a comment.