Category Archives: Kapping
So er tað NMU 2025
Hetta vikuskiftið verður Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2025, í nýggja langhylinum í Svimjihøllini í Gundadali. Tilsamans 100 ungir svimjarar úr 9 londum fara at kappast leygardagin og sunnudagin, har í millum 14 ungir føroyingar.
So er tað EJM 2025
EJM verður í Samorin í Slovakia nú týsdag 1. til sunnudag 6. juli, við luttøku av eisini trimum føroyskum svimjarum. Leinki til startlistar og úrslit og stroyming og tílíkt, fara at finnast her á heimasíðuni hjá European Aquatics.
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open Water 2025
Jonna Joensen (2005, Ægir) megnaði í dag at svimja seg til flott bronsuheiðursmerki á donsku meistarastevnuni í Open Water 2025, tá ið hon í kappingini í 5 km svam seg til úrslitið 1:17.21. Sí úrslitalistan her
So er tað SMÍ 2025
Íslendingar skipa í dag og í morgin fyri Sumarmeistaramót Íslands í Ásvallalaug í Hafnarfirði, við luttøku av eisini 8 ungum føroyskum svimjarum. Kappast verður í tveimum aldursbólkum, og útlitini eru ikki heilt vánalig til okkurt føroyskt heiðursmerki. Fylgið við frá … Continue reading
Jonna til DM í Open Water 2025
Danir skipa í dag fyri donsku meistarastevnuni í Open Water 2025, við luttøku av í øllum einum føroyskum svimjara. Jonna Joensen (2005, Ægir) hevur fráboðað luttøku í ‘premasters’-bólkinum á 5km teininum, sí luttakaralistan her. Kappast verður framvið ‘Honnørkajen’ í Aalborg … Continue reading
Tvey føroysk met á EM U23 2025
Føroyska luttøkan er nú liðugt avgreidd á EM U23 2025 í Samorin í Slovakia, og varð tað til tvey føroysk met umframt tvey persónlig met. Úrslitini síggjast øll her á stevnusíðuni








