Category Archives: Kapping
Elisabeth 1:00.26 og gull og føroyskt met og oyggjaleikamet á Oyggjaleikum 2025
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði í dag at vinna gull á Oyggjaleikum 2025, við flottum nýggjum føroyskum meti og oyggjaleikameti á 1:00.26. Signhild Joensen átti føroyska metið á 1:00.50, frá NM í Reykjavík í 2027. Sí úrslitalistan her
Isak 54.72 og silvur í 100 firvald á Oyggjaleikum 2025
Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í dag at vinna sær silvurheiðursmerki á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í 100 metra firvaldasvimjing svam seg til úrslitið 54.72. Besta tíð hjá Isaki nakrantíð, er 53.67 frá FMS 2024. Sí úrslitalistan her
Elisabeth 28.45 og føroyskt met í 50 rygg
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði nú á døgverða at seta nýtt føroyskt met í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025, sum fyrsti svimjari hjá okkum í 4×50 blandað fyri kvinnur, svam seg … Continue reading
Bartal 27.93 og stórt føroyskt met í 50 bringu
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði fyri løtu síðani at seta stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025 svam seg til úrslitið 27.93. Róland Toftum átti metið á 28.30, meðan … Continue reading
Ein góður fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2025
Fyrsti dagur er farin afturum á svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2025, og gekk tað bara heilt gott hjá okkara svimjarum. Eini tvey føroysk met varð tað til, umframt tvey føroysk landsliðsmet, eitt føroyskt juniormet og tvær gull, tríggjar silvur og tríggar … Continue reading
Føroysku kvinnurnar bronsu og landsliðsmet í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2025
Føroysku kvinnurnar megnaði í dag at vinna bronsu og seta føroyskt landsliðsmet á Oyggjaleikum 2025, tá ið tær í 4×50 frí svumu seg til úrslitið 1:46.71. Landsliðsmetið var 1:46.77 frá í morgun, og áðrenn tað 1:46.86 frá Oyggjaleikum á Gibraltar … Continue reading








