Category Archives: Kapping
Landsliðslega í Klaksvík 17. til 19. november 2017
Svimjisambandið skipar nú í vikuskiftinum fyri venjingarlegu í Klaksvík, fyri teimum svimjarum sum eru úttiknir til EM og NM/NJM 2017. Vit fáa danska úrvalsvenjaran Bo Jacobsen heim at skipa fyri sjálvari venjingini, og hartil verða innsløg við ítróttarsálarfrøðinginum Jón Gregersen.
Eyka úttøka til NM/NJM 2017
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar afturat til Norðurlendsku Meistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna 2017, sum verður í Laugardalslaug í Reykjavík hin 1. til 3. desember 2017. Barbara Debes (2000), Ægir Lena Rannváardóttir (1998), Havnar Svimjifelag Lív Erlingsdóttir Eidesgaard … Continue reading
Innbjóðing til FS-stevnu 25. november 2017
Her er innbjóðing til FS-stevnu, leygardagin hin 25. november 2017, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum í Fuglafirði. Hetta er svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar – 1, 2 og 3.
Innbjóðing til FOMM 2017
Her er innbjóðing til Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2017, sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 18. november.
Eyka úttøka til EM á stuttgeil 2017
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar afturat til Evropameistarastevnuna á stuttgeil 2017, sum verður í Royal Arena í Keypmannahavn hin 13. til 17. desember 2017. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag Alvi Hjelm (1996), Ægir
Úrslit frá FM á stuttgeil 2017
Her er offisielli úrslitalistin frá FM á stuttgeil 2017, sum var í Svimjihøllini í Gundadali nú um vikuskiftið, 3. til 5. november 2017. Hartil yvirlit yvir heiðursmerki og met.









You must be logged in to post a comment.