Category Archives: Kapping
Vár 58.12 og føroyskt met og juniormet í 100 frí
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Vági svam teinin uppá 58.12 sekund. Sára Ryggshamar Nysted átti nú farnu metini … Continue reading
Vár 27.17 og føroyskt juniormet í 50 frí
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 50 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 27.17 sekund.
Úrslit frá HS-stevnuni í Kollafirði 17. februar 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Kollafirði, nú leygardagin hin 17. februar 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, og fyrstu ferð í mong á at stevna var í Kollafirði. Úrslit í txt-sniði: hs-stevna-kollafjordur-feb-2018-urslit.txt Úrslit í … Continue reading
Úrslit frá Ægir-stevnuni 10. og 11. februar 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin og sunnudagin 10. og 11. februar 2018, sum Ægir skipaði fyri.
Føroyskt landslið til Danish Open 2018
Starvsnevnd SSF samtykti við ársbyrjan at vilja senda eitt føroyskt landslið til Danish Open 2018, sum er týdningarmesta úttøkustevna hjá dønum til langgeilastevnur um summarið. Hetta sum fyrsta stig í eini miðvísari ætlan, at fáa so góðan møguleika sum gjørligt … Continue reading
Langhylurin í Havn útsettur til 2021
Mikudagin 7. februar hevði Tórshavnar Kommuna boðið Havnar Svimjifelagi og Svimjisambandi Føroya til kunningarfund um langhylin, ið eftir ætlan skal byggjast í Havn. Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, og Sigurð Ó. Vang, leiðari á mentamáladeildini, umboðaðu kommununa. Á fundinum … Continue reading









You must be logged in to post a comment.