Category Archives: Kapping
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 7. og 8. apríl 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 7. og sunnudagin 8. apríl 2018, sum Suðuroyar Svimjfelag skipaði fyri. Ein stevna har vit millum annað fingu eitt nýtt føroyskt met og tvey føroysk juniormet.
Innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnuna 2018
Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2018, sum Ægir og Svimjisamband Føroya skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, hin 10. til 12. mai 2018. Hetta er stevnan sum fyrr æt JM/MU (JuniorMeistarastevnan og Meistarastevnan fyri Ung), sum nú er víðkað til eisini at … Continue reading
HS-dreingir 4:27.12 og juniormet í 4×100 blandað
Juniordreingirnir hjá Havnar Svimjifelag settu í dag stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim-stevnuni í Vági svumu teinin uppá 4:27.12. SuSvim-dreingir áttu metið á 4:32.57, frá SuSvim-stevnuni í februar mánaða. Teir sum … Continue reading
SuSvim-dreingir 4:03.19 og juniormet í 4×100 frí
Juniordreingirnir hjá Suðuroyar Svimjifelag settu í gjár stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim-stevnuni í Vági svumu teinin uppá tilsamans 4:03.19. Ægir-dreingir áttu nú farna metið á 4:07.21, frá FM á langgeil í … Continue reading
Signhild 1:03.34 og føroyskt met í 100 rygg
Signhild Joensen setti í gjár nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið tann kappingin varð avgreidd á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági. Signhild átti sjálv nú farna føroyska metið á 1:03.38, frá Danish Open í fjør. … Continue reading
Úrslit frá HS-stevnuni 23. og 24. mars 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjakvøldið hin 23. og leygardagin hin 24. mars 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Tey vóru 86 íðkarar og 22 lið úr 5 feløgum sum kappaðust tilsamans 353 ferðir í 28 … Continue reading









You must be logged in to post a comment.