Category Archives: Kapping
Úrslit frá ABMS 2018
Her eru úrslitini frá Aldursbólkameistarastevnuni 2018, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, 10. til 12. mai 2018. Hartil upplisting av heiðursmerkjavinnarum.
So er tað Aldursbólkameistarastevnan 2018
Svimjisambandið og Ægir skipa nú 10. til 12. mai fyri Aldursbólkameistarastevnuna 2018, í Klaksvíkar Svimjihøll. Einir 118 svimjarar fara at kappast hesar tríggjar dagarnar, um at gerast meistarar í teimum aldursbólkum sum tey hoyra til.
Bergen Swim Festival 2018 ein brakandi succés
Tað er ikki eiti á jaligum afturmeldingum sum Svimjisambandið fær, nú aftaná fyrstu roynd at senda landsliðshóp til Bergen Swim Festival. Éitt er, at okkara bestu vunnu 9 heiðursmerki og settu 3 føroysk met og 5 juniormet; men hartil vóru … Continue reading
Óli og Alvi til Danish Open 2018
Í ovurmorgin byrjar Danish Open 2018, sum er stóra úttøkustevnan hjá dønum til altjóða meistarastevnur í summar, við luttøku av eisini svimjarum úr øðrum londum. Fyri Føroyar luttaka teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm, báðir við møguleika at taka heiðursmerki.
1,2 milliónir til test av føroyskum svimjarum
Svimjisamband Føroya fer í næstum undir stóra verkætlan saman við Fróðskaparsetrinum, til at byggja upp eina røð av standardtestum til føroyskar svimjarar. Hetta í samstarvi við Human Performance Lab á granskingardeplinum iNOVA og Københavns Universitet, og við fíggjarligum stuðli frá … Continue reading
Tíðindafundur um nýggja 4-ára granskingarverkætlan
Hervið innbjóðing til ein stuttan tíðindafund í ÍSF-húsinum í dag, týsdagin hin 10. apríl 2018 kl 10:30, um eitt spennandi nýtt fýraárasamstarv sum Setrið og Svimjisambandið eru farin undir at byggja upp eitt skipað testumhvørvi til føroyskar svimjarar við fíggjarligum … Continue reading









You must be logged in to post a comment.