Category Archives: Kapping

Formaðurin fyri hallarnevnd FINA á vitjan í Føroyum

Tórshavnar Kommuna hevur boðið formannin í FINA Facilities Committee á fund við seg í Føroyum, at meta um ætlanirnar fyri nýggja langhylin í Tórshavn. Fyrrapartin í gjár var fundur í teknisku fyrisitingini, har málið varð viðgjørt út í æsir, og seinnapartin var so … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Formaðurin fyri hallarnevnd FINA á vitjan í Føroyum

Úrslit frá Ægir-stevnuni 6. og 7. oktober 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Klaksvíkar Svimjihøll, nú í vikuskiftinum, sum Ægir skipaði fyri. Úrslitini síggast eisini her á livetiming.se, umframt her á SwimRankings Úrslitalistarnir í txt-sniði: aegir-stevna-okt-2018-urslit.txt Úrslitalistarnir í html-sniði: aegir-stevna-okt-2018-urslit.html Úrslitalistarnir í lef-sniði: Results_Klaksvik_2018-10-06.lef Úrslitalistarnir í RE-sniði: RE181006.txt

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá Ægir-stevnuni 6. og 7. oktober 2018

SuSvim-menn 1:50.85 og føroyskt met í 4×50 blandað

Mansliðið hjá Suðuroyar Svimjifelag setti í gjár nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Ægir Open í Klaksvík svumu teinin í tíðini 1:50.85. Teir áttu sjálvir føroyska metið á 1:50.96, frá HS Open í mars … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on SuSvim-menn 1:50.85 og føroyskt met í 4×50 blandað

Luttakaralistar til Ægir Open 6. og 7. oktober 2018

Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna Ægir Open nú leygardagin hin 6. oktober og sunnudagin hin 7. oktober 2018, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll. Listarnir síggjast eisini her á livetiming.se Luttakaralistar í txt-sniði: aegir-stevna-okt-2018-luttakaralisti.txt Luttakaralistar í html-sniði: aegir-stevna-okt-2018-luttakaralisti.html Luttakaralistar í pdf-sniði: aegir-stevna-okt-2018-luttakaralisti.pdf

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Luttakaralistar til Ægir Open 6. og 7. oktober 2018

Dagføring av nálatíðum SSF

Góðu tit øll, Starvsnevnd SSF samtykti í august at vilja dagføra nálatíðir SSF, til nú at hava støði í nýggjastu FINA talvum. Nálatíðirnar á stuttgeil hava til nú verið tær somu síðani 2012, sum tá høvdu støði í FINA talvunum … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Dagføring av nálatíðum SSF

Innbjóðing til Reysta-stevnu 13. oktober 2018

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Leirvíkar skúla, leygardagin hin 13. oktober 2018, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er stevna fyri svimjarar í bólki 2 og 3. Innbjóðingin í PDF-sniði: reysta-stevna-okt-2018-innbjoding.pdf Innbjóðingin í GR-sniði: GR181013.txt

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Reysta-stevnu 13. oktober 2018