Category Archives: Kapping
Vár 16:53.02 og føroyskt met í 1500 frí
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í gjárkvøldið stórt nýtt føroyskt met í 1500 metra frísvimjing, tá ið hon á Atlantic Open svam teinin uppá 16.53.02. Hon átti sjálv føroyska metið á 16:55.18, frá FM á stuttgeil í mars 2017. Vár svimur fyri Havnar … Continue reading
Startlistar til Atlantic Open 2019
Her eru startlistarnir til Atlantic Open 2019, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú í vikuskiftinum. Hetta er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2019 á Gibraltar.
Úrslit frá SuSvim-stevnu á Tvøroyri 16. mars 2019
Her eru úrslitini frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni hin 16. mars 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, í svimjihylinum á Tvøroyri. Úrslit í txt-sniði: susvim-stevna-tvoroyri-mar-2019.txt Úrslit í html-sniði: susvim-stevna-tvoroyri-mar-2019.html
Heimsins bestu svimjari og venjari til Vágs í apríl
Nú eru praktisku ætlanirnar komnar so mikið nógv ávegis, at vit byrja at kunna tora at lova tað: Hin 8. til 11. apríl 2019 fær føroysk svimjing vitjan av heimsins besta svimjara, og av venjara hennara sum á HM í … Continue reading
Nú steingja vit fyri tilmeldingum til FINA dómaraskeiðið 2019
Um tú ætlar tær við á FINA dómaraskeiðið hin 22. til 24. mars 2019, og ikki hevur meldað til enn, so er tað nú at tað má gerast – í øllum førum um tú ætlar at fáa bjóðað mat og/ella innivist. … Continue reading
FM á langgeil 2019 nú góðkend sum úttøkustevna til OL 2020
Svimjisamband Føroya fekk fyri løtu síðani fráboðan frá altjóða svimjisambandinum FINA, at FøroyaMeistarastevnan á langgeil hin 26. til 28. apríl 2019 er góðkend sum eisini úttøkustevna til Olympisku Leikir 2020 í Tokyo. Omaná at hon longu er góðkend sum úttøkustevna … Continue reading









You must be logged in to post a comment.