Category Archives: Kapping
Startlisti til ABMS 2019
Her eru startlistarnir til Aldursbólkameistarastevnuna 2019, sum abmsSvimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú fríggjadag til sunnudag hin 17. til 19. mai 2019. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se
Úttøka til HM 2019 í Gwangju
Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út tríggjar svimjarar til Heimsmeistarastevnuna í svimjing (á langgeil) 2019, sum verður í Gwangju í Suðurkorea frá 21. til 28. juli 2019.
Úttøka til Oyggjaleikir 2019
Føroyski svimjihópurin til Oyggjaleikir 2019 er komin upp á pláss, at verða 12 svimjarar umframt Pál Joensen sum ‘svimjandi venjari’, og venjarar og leiðarar afturat teimum.
Úrslit frá FM á langgeil 2019
Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni á langgeil 2019, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági hin 26. til 29. apríl 2019. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt her á swimrankings.net. Úrslit sum html-fíla: FM2019L-urslit.html Úrslit … Continue reading
Ægir-kvinnur 4:33.08 og føroyskt met í 4×100 blandað
Besta kvinnustafettin hjá Ægir setti í gjár nýtt føroyskt met í 4 ferðir 100 metra blandaðari svimjing, tá ið tær á Føroyameistarastevnuni á langgeil 2019 í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá 4 minuttir, 33 sekund og 8 hundraðpartar. … Continue reading
Her eru donsku kravtíðirnar til OL 2020
Dansk Svømmeunion hevur í morgun kunngjørt kravtíðarskipanina til Olympisku Leikir í Tokyo 2020, ið sum kunnugt eisini er galdandi fyri teir føroyingar sum ætla sær til OL 2020. Sí svoem.org Serliga nevnivert er at HM 2019 í Gwangju ikki er kravtíðarstevna til OL, … Continue reading









You must be logged in to post a comment.