Category Archives: Felagsskapur
Broyting í lóg SSF og reglugerð um íðkaranevnd
Á aðalfundi SSF hin 23. mars 2023 varð samtykt at seta í verk viðfestu reglugerð fyri íðkaranevnd, við tilhoyrandi broyting í lóg SSF. Hartil varð samtykt at svimjinevnd SSF framyvir skal góðkenna heldur enn útnevna yvirdómarar. Vegna SSF Rókur
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2023
Svimjisamband Føroya hevði í kvøld hin 23. mars 2023 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini ein røð av innkomnum málum frá starvsnevndini, og val av næstformanni, … Continue reading
World Aquatics og LEN broytt junioraldurin hjá kvinnum
Altjóða svimjisambandið World Aquatics broytti herfyri junioraldursbólkin hjá kvinnum, at frá nú vera tær sum fylla millum 14 og 18 ár í viðkomandi kalendaraári, heldur enn 13 til 17 ár. Harvið hava juniorgentur og dreingir sama aldur, har tað til … Continue reading
Nýggj svimjinevnd skipað
Sum lýst í sambandi við kalendarafundin herfyri, so høvdu Bjørg Jensen og Jón Bjarnason tá bjóðað seg fram til at vera nýggj svimjinevnd, og hevur Rakul Arnfríð Dam nú eisini bjóðað seg fram. Nýggja svimjinevndin hevði fund her í vikuni, … Continue reading
Kalendarin avtalaður fram til árslok 2024
Rætting 28. februar 2023: Har var ein prentvilla í virksemisætlanini, HM fyri juniorar verður ikki í Singapore men í Netanya, Ísrael. Er nú broytt her. Svimjisambandið hevði sín árliga kalendarafund í kvøld, har feløgini saman við sambandinum løgdu kalendaran fyri … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2023
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður á Panorama á Hotel Hafnia á Áarvegi 8 í Tórshavn, hóskvøldið hin 23. mars 2023 frá kl 18:00. Sí viðfesta skjal: SSF-adalfundur-2023-innkalling-2.pdf Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya. Vegna starvsnevnd SSF Rókur