Category Archives: Felagsskapur
Atlantic Airways heldur áfram sum høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya
Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya hava í dag endurnýggjað stuðulsavtaluna sínámillum, so at Atlantic framhaldandi er høvuðsstuðul SSF. Hetta hendi har vesturi á flogvøllinum í Vágum, í sambandi við at føroyska svimjilandsliðið kom heim av væleydnaðari ferð til Noregs, har … Continue reading
Havnar Svimjifelag søkir eftir høvuðsvenjara
Havnar Svimjifelag leitar eftir høvuðsvenjara at byrja í august 2022, sí havnarsvimjifelag.com The Head Coach will personally carry out the coaching of the club’s competitive teams and supervise the club as a whole ensuring that the coaching of all the … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður á Panorama á Hotel Hafnia á Áarvegi 8 í Tórshavn, leygardagin hin 9. apríl 2022 frá kl 09:30. Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2022-frabodan.pdf Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya. Vegna starvsnevnd SSF Rókur
Ann Ellingsgaard nýggjur aðalskrivari hjá Svimjisambandi Føroya
Svimjisamband Føroya hevur sett Ann Ellingsgaard sum aðalskrivara. Ann er kent andlit í føroyskari svimjing. Hon hevur børn sum ganga til svimjing, og hevur sjálv verið virkin í Havnar Svimjifelag við ábyrgd fyri svimjiskúlanum, umframt sum sjálvboðin fyri Svimjisamband Føroya.
LEN útihýsir russum og hvítarussum frá sínum stevnum
Stjórnin í LEN hevur á fundi samtykt at ikki vilja bjóða russum og hvítarussum til síni tiltøk, vegna støðuna í Ukraina. Hetta til at fylgja áheitanini frá altjóða olympisku nevndini IOC.
SSF-kalendarin 2022-23 avtalaður
Svimjinevnd SSF skipaði í gjár fyri kalendarafundi í hølunum í Saltangará, har umboð úr øllum føroysku svimjifeløgum møttust saman við svimjinevnd og starvsnevnd og landsliðsvenjara SSF, at avtalað kalendaran fyri svimjiárið 2022-23. Millum annað varð avtalað at royna eina nýggja … Continue reading








