Category Archives: Á breddanum
100 prosent succés í Budapest
Pauli Ø. Mohr megnaði aftur í dag at upp til sína bestu tíð, hesu ferð í 50 metra frí, og hevur sostatt saman við Páli betrað seg í øllum sum føroyingar yvirhøvur svomu í Budapest. Hetta er einastandandi úrslit, tá … Continue reading
Pál fimtbestur í heiminum í 800 frí
Pál Joensen gjørdist í gjár nummar fimm í finaluni á evropameistarastevnuni í Budapest, við fimtbestu tíð í heiminum í ár. Tíðin 7:53.11 rakk til eitt flott føroyskt met, og Pál megnaði sostatt at betra seg í báðum EM kappingum sum … Continue reading
2 góð úrslit í Budapest í dag
Teir báðir Pauli Ø. Mohr og Pál Joensen svumu báðir fyri Føroyar á evropameistarastevnuni í Budapest í morgun, Pauli í innleiðandi riðlunum av 100 frí, og Pál í innleiðandi riðlunum av 800 frí. Hjá Paula gjørdist tað eitt stórt persónligt … Continue reading
Courage Pál, Courage !
Á triðja degi av evropeisku meistarastevnuni í kappsvimjing megnaði Pál Joensen tað sum vit bara tordu at droyma um, at vinna heiðursmerki eisini sum senior. Tíðin 14:56.90 er nýtt norðurlendskt seniormet, og triðbesta tíð í heiminum í ár. Alt var … Continue reading
Pál víðari til EM-finalu í 1500 frí
Pál Joensen megnaði í dag at svimja seg víðari til finaluna í 1500 metra frísvimjing, á evropameistarastevnuni í Budapest. Hetta enntá við næstskjótastu tíð av øllum, uttan at hann veruliga spílaði seg út. Tíðin hjá Pál var 15:04.05, sum er … Continue reading
So er EM í Budapest byrjað
Pauli Øssursson Mohr svam í morgun 50 metra firvaldasvimjing á evropeisku meistarastevnuni á langgeil, sum er í Budapest í hesum døgum. Tíðin hjá honum varð 27.02 sekund, ið er flott persónligt met í mun til hansara nú fyrrverandi á 28.21 … Continue reading