Category Archives: Á breddanum

Pál nummar 2 í innleiðandi 400 frí

Pál Joensen luttók sum kunnugt í morgun á World Cup í Berlin, í innleiðandi riðlunum av 400 frí, og megnaði har við 3:46.76 at svimja seg í finaluna seinnapartin, við næstbestu tíð av øllum, frammanfyri týska favorittin Paul Biedermann.

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Pál nummar 2 í innleiðandi 400 frí

Pál fer eftir gullinum í Berlin

Pál Joensen luttekur nú leygardagin 30. til sunnudagin 31. oktober á World Cup í Berlin, har hann í fjør vann silvur í 1500 metra frísvimjing. Hann er í ár styrkismettur at vinna bronsu í 400 metra frísvimjing, og gull í … Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Pál fer eftir gullinum í Berlin

Seinasta útkall til tríggjar avbjóðingar

Nú leygardagin og sunnudagin verður stór svimjistevna í Klaksvík, har avgerðin fellur um hvør sum sleppur við á landsliðini til World Cup í Stokkhólm í november, NJM í Kastrup í desember og HM í Dubai í desember. Til World Cup … Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Seinasta útkall til tríggjar avbjóðingar

Føroysku svimjararnir stóðu seg væl í Íslandi

Tað gjørdist ein rættiliga greiður sigur til íslendingar í ár, tá ið landsdystur var í Laugardalslaug svimjihøllini í Reykjavík, leygardagin, millum Føroyar og Ísland. 98 stig ímoti 80, har føroyingar í fjør vunnu við 101 stigum ímóti 79, men tó … Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Føroysku svimjararnir stóðu seg væl í Íslandi

Landsdystur Ísland-Føroyar 2010

Sekstan føroyskir svimjarar fara leygardagin hin 9. oktober kl. 16:00 at kappast á næsta landsdysti ímóti Íslandi, í Laugardalslaug svimjihøllini í Reykjavík. Afturat teimum fara 10 aðrir føroyskir svimjarar við yvir á venjingarlegu, at venja 7 dagar á stuttgeil og … Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Landsdystur Ísland-Føroyar 2010

26 svimjarar til Íslands í heystferiuni

Svimjisamband Føroya ætlar í heystferiuni 8. til 15. oktober at senda 26 svimjarar til Íslands, at kappast og venja á stuttgeil og langgeil. 16 av hesum vórðu tikin út á úttøkustevnuni í vikuskiftinum, at umboða Føroyar í landsdysti ímóti Íslandi … Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on 26 svimjarar til Íslands í heystferiuni