Author Archives: rokur
ABMS 2021 (2) útsett
Góðu tit øll Svimjinevnd SSF hevur í samráð við koronuráðgevingina avgjørt at útseta ABMS 2021 (2), so at eingin stevna verður í Klaksvík nú í vikuskiftinum. Vegna svimjinevnd SSF Rókur
Mannagongd ísv átakið “Klárar tú 200?”
Her er mannagongdin sum vit hava gjørt til hesa nýggju svimjiroynd SSF, sum er kjarnan átakinum “Klárar tú 200?”. Har er eitt tilhoyrandi oyðublað, til at fáa at vita í øllum førum hvar royndin varð klárað, umframt gjarna eisini føðiár, … Continue reading
Startlisti til ABMS 2021 (2)
Nú leygardagin hin 11. desember skipar Svimjisamband Føroya fyri AldursBólkaMeistaraStevnu nummar tvey í ár, í Svimjihøllini í Klaksvík. Hetta sum liður í at fáa tvey árlig ABMS, eins og tvey JM og tvey FM, har hetta nú sum ein roynd … Continue reading
Klárar tú 200? – Nýtt átak til at betra um svimjiførleikan í Føroyum
Svimjisamband Føroya fer nú undir eitt átak til at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at kanna, um teir klára at svimja 200 metrar uttan íhald ella hjálpitól. Ein serlig nál er gjørd til tey sum prógva hetta, og var … Continue reading
Eitt heilt ókey NM/NJM 2021
Nú er føroyska svimjilandsliðið á veg heim aftur úr Svøríki, og eru tey heilt væl nøgd. Vit vistu at kappingin fór at verða hørð, men svumu okkara tó í heilum skjótari enn sínar bestu tíðir, og annars ofta nær teimum. … Continue reading
Elisabeth 2:14.29 og bronsa í 200 rygg á NJM 2021
Elisabeth Erlendsdóttir svam seg fyri løtu síðani til flott bronsuheiðursmerki á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2021, tá ið hon í finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:14.29. Hetta er næsta heiðursmerki sum hon vinnur á hesi stevnu, har hitt fyrra … Continue reading








