Author Archives: rokur
Úrslit frá SuSvim-stevnuni á Tvøroyri 5. mars 2022
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimijfelag skipaði fyri í svimjihylinum á Tvøroyri í dag, leygardagin hin 5. mars 2022. Hetta var stevna fyri okkara yngru aldursbólkar.
Startlistar til SuSvim-stevnuna á Tvøroyri 5. mars 2022
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum á Tvøroyri, nú leygardagin hin 5. mars 2022. Hetta er stevna fyri okkara yngru aldursbólkar, 1 til 4.
Ann Ellingsgaard nýggjur aðalskrivari hjá Svimjisambandi Føroya
Svimjisamband Føroya hevur sett Ann Ellingsgaard sum aðalskrivara. Ann er kent andlit í føroyskari svimjing. Hon hevur børn sum ganga til svimjing, og hevur sjálv verið virkin í Havnar Svimjifelag við ábyrgd fyri svimjiskúlanum, umframt sum sjálvboðin fyri Svimjisamband Føroya.
LEN útihýsir russum og hvítarussum frá sínum stevnum
Stjórnin í LEN hevur á fundi samtykt at ikki vilja bjóða russum og hvítarussum til síni tiltøk, vegna støðuna í Ukraina. Hetta til at fylgja áheitanini frá altjóða olympisku nevndini IOC.
SSF-kalendarin 2022-23 avtalaður
Svimjinevnd SSF skipaði í gjár fyri kalendarafundi í hølunum í Saltangará, har umboð úr øllum føroysku svimjifeløgum møttust saman við svimjinevnd og starvsnevnd og landsliðsvenjara SSF, at avtalað kalendaran fyri svimjiárið 2022-23. Millum annað varð avtalað at royna eina nýggja … Continue reading
Innbjóðing til HS Open 12. – 13. mars 2022
Her er innbjóðing til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin 12. og sunnudagin 13. mars 2022.








