Author Archives: rokur

Innbjóðing til SuSvim Open 2. og 3. apríl 2022

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SuSvim Open Apríl 2022”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 2. og sunnudagin hin 3. apríl 2022. Hetta er opin stevna, har allir aldursbólkar kappast sum éin.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim Open 2. og 3. apríl 2022

Úrslit frá HS Open 12. og 13. mars 2022

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Open Mars 2022” sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 12. og sunnudagin 13. mars. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá HS Open 12. og 13. mars 2022

SuSvim-menn 1:48.36 og nýtt føroyskt met í 4×50 blandað

Suðuroyingar settu fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 4 ferðir 50 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á “HS Open” í Svimjihøllini í Gundadali svumu hendan samlaða tein uppá tilsamans 1 minutt, 48 sekund og 36 hundraðpartar. Sí úrslitalistan … Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on SuSvim-menn 1:48.36 og nýtt føroyskt met í 4×50 blandað

Startlisti til HS Open 12. og 13. mars 2022

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 12. og sunnudagin 13. mars 2022.

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til HS Open 12. og 13. mars 2022

FML 2022 flutt til á Hvítusunnu

Svimjinevnd SSF hevur nú staðfest tað sum kalendarafundurin herfyri avgjørdi, at flyta FøroyaMeistarastevnuna á langgeil 2022 til á Hvítusunnu, tvs. leygardagin hin 4. til mánadagin hin 6. juni 2022. Sostatt verður SuSvim Open av ongum, sum var ásett til sama … Continue reading →

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on FML 2022 flutt til á Hvítusunnu

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður á Panorama á Hotel Hafnia á Áarvegi 8 í Tórshavn, leygardagin hin 9. apríl 2022 frá kl 09:30. Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2022-frabodan.pdf Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya. Vegna starvsnevnd SSF Rókur

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022