Author Archives: rokur
Innbjóðing til SuSvim Open 5. – 6. februar 2022
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SuSvim Open” sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin og sunnudagin hin 5. og 6. februar 2022. Hetta verður fyrsta svimjistevna her heima í hesum kalendaraári 2022.
FLOT-stevnan 22. januar 2022 avlýst
Góðu tit øll, Svimjifelagið FLOT fráboðaði í gjár svimjisambandinum og føroysku svimjifeløgunum í telduposti, at tey hava valt at avlýsa FLOT-stevnuna sum skuldi verða í svimjihøllini á Toftum nú leygardagin hin 22. januar 2022. Orsøkin er áhaldandi støðan við koronu. … Continue reading
Dómaraskeiðið útsett til hin 18. til 20. mars 2022
Vegna áhaldandi støðu við koronu, hava vit í samráð við undirvísararnar valt at útseta dómaraskeiðið sum skuldi verða í Havn nú hin 14. til 16. januar 2022, til heldur at verða hin 18. til 20. mars 2022.
Eitt heilt ókey HM á stuttgeil 2021
HeimsMeistarastevnan á stuttgeil 2021 endaði í gjár, og burdu okkara svimjarar nú verið væl á veg heim til Føroyar, omaná nakrar fínar dagar í Abu Dhabi. Bartal og Alisa settu persónlig met, meðan Elisabeth og Johan svumu upp ímóti sínum.
Klárar tú 200? – Úrslit higartil
Her eru hagtøl higartil frá átakinum “Klárar tú 200?”. Tølini broytast so hvørt sum fleiri koma afturat – Gott at síggja, at so nógv luttaka!








