Author Archives: rokur
Startlisti til HS Open 12. og 13. mars 2022
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 12. og sunnudagin 13. mars 2022.
FML 2022 flutt til á Hvítusunnu
Svimjinevnd SSF hevur nú staðfest tað sum kalendarafundurin herfyri avgjørdi, at flyta FøroyaMeistarastevnuna á langgeil 2022 til á Hvítusunnu, tvs. leygardagin hin 4. til mánadagin hin 6. juni 2022. Sostatt verður SuSvim Open av ongum, sum var ásett til sama … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður á Panorama á Hotel Hafnia á Áarvegi 8 í Tórshavn, leygardagin hin 9. apríl 2022 frá kl 09:30. Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2022-frabodan.pdf Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya. Vegna starvsnevnd SSF Rókur
Úrslit frá SuSvim-stevnuni á Tvøroyri 5. mars 2022
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimijfelag skipaði fyri í svimjihylinum á Tvøroyri í dag, leygardagin hin 5. mars 2022. Hetta var stevna fyri okkara yngru aldursbólkar.
Startlistar til SuSvim-stevnuna á Tvøroyri 5. mars 2022
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum á Tvøroyri, nú leygardagin hin 5. mars 2022. Hetta er stevna fyri okkara yngru aldursbólkar, 1 til 4.
Ann Ellingsgaard nýggjur aðalskrivari hjá Svimjisambandi Føroya
Svimjisamband Føroya hevur sett Ann Ellingsgaard sum aðalskrivara. Ann er kent andlit í føroyskari svimjing. Hon hevur børn sum ganga til svimjing, og hevur sjálv verið virkin í Havnar Svimjifelag við ábyrgd fyri svimjiskúlanum, umframt sum sjálvboðin fyri Svimjisamband Føroya.








